Nú um vikuskiftið verða Strúkaradagar í skúlanum við Løgmannabreyt.
Hetta er tiltak, har næmingar á violin, bratsj, cello og kontrabass venja samanspæl og tað eru Bernharður Wilkinson og Claire Thomsen, sum standa á odda fyri tí.
Orkestrini eru í høvuðsheitum mannað við næmingum úr Tórshavnar musikkskúla.
Á skránni eru verk eftir Haendel, Schubert, Elgar, Kathy & David Blackwell.
Konsertin, sum er almenn, verður leygardagin 21. september klokkan 16 í skúlanum við Løgmannabreyt, og tað er ókeypis at fara at lurta.