Stuðul til ættleiðing hækkar

Nú eru góð tíðindi til teirra, ið ætla at ættleiða. Frá ársskiftinum verður stuðulin til ættleiðingar nevniiga hækkaður úr 50.000 til 75.000 krónur Eitt samt løgting hevur gjørt av at hækka stuðulin. Síðani á sumri 2007 hevur nevndin í Ættleiðingarfelagnum arbeitt miðvíst fyri, at stuðulin til ættleiðing varð hækkaður.

Nógv samskifti hevur verið við landsstýrisfólk og løgtingslimir og nú er komið á mál. Hetta vísir, at hóast politiska skipanin mangan man tykjast tung at fáast við, so kann bera á mál, um arbeitt verður miðvíst við tolni. Nevndin fegnast um, at stuðulin verður hækkaður og takkar øllum teimum, ið hava gjørt hetta møguligt, serliga løgtingslimum og landsstýrisfólkum.