Leygarkvøldið 8. novembur verður ein stór stuðulskonsert í Vesturkirkjuni til frama fyri nýtt Blákrossheim. Tey, sum luttaka, eru Jens Lisberg, Martin Joensen, Kristel Lisberg og VOX.
Jens Lisberg er kendur í føroyska tónleikaheiminum. Í sera nógv ár hevur hann verið at hoyrt saman við bólkinum Sputnik, men tey seinastu árini hevur hann skapt sína egnu tónleikakarrieru. Stílurin er country, og hann verður eisini av nøkrum nevndur Mr. Country.
Martin Joensen er ikki minni kendur. Hann hevur millum annað spælt við Vestmonnum, og seinastu árini hevur hann eisini roynt seg á egnum beinum, sum hann hevur megnað til fulnar. Hann er ein av okkara bestu sangskrivarum og eigur hann eitt ótal av ‘landaplágum’. Eitt tað besta prógvið, at hansara sangir eru vorðnir fólkaogn, er sangløtan á G!festivalinum fyri hálvum øðrum ári síðan, har Martin sjálvur leiddi felagssangin. Ein stúgvandi fullur Gøtusandur sang við í løgunum hjá Martini.
Kristel Lisberg er dóttir Jens, og hevur hon, hóast sín unga aldur, sungið sera nógv. Millum annað saman við pápa sínum. Kristel hevur ein lættan country stíl. Á konsertini fer hon eisini at syngja saman við VOX.
VOX er eitt gospelkór, sum hevur sungið saman í 10 ár. Stílurin er nútímans gospel við íblástri frá fleiri myrkum gospelsangarum úr Amerika. Kórið hevði eina framúr góða og sannførandi konsert í Norðurlandahúsinum herfyri, har ummælini vóru sera góð. Umframt at syngja kór hjá Kristel og Martini, fer VOX eisini at framføra nakrar av sínum egnu sangum.
Á konsertini verður savnað inn til nýggja Blákrossheimið, sum ætlanin er at byggja á Gadd á Nesi. Verandi viðgerðarheim fyri fólk við rústrupuleikum er gamalt og ótíðarhóskandi, og stórur tørvur er á betri umstøðum. Grundøkið er gjørt byggibúgvið, og klárt er at byggja. Men fyri at byggingin kann byrja, er neyðugt við einum tryggum fíggjarligum grundarlag. Fyri at fáa ein part av fíggingini til vega, hava Jens Lisberg og onnur tikið stig til hesa stuðulskonsertina.
Nýggja Blákrossheimið, sum ætlanin er at byggja, verður á leið 800 fermetrar til støddar. Har verður rúm fyri 15 fólkum í viðgerð í senn, umframt góðir møguleikar fyri ambulantari viðgerð. Metti kostnaðurin er 10 milliónir krónur. Fyri at byggingin skal kunna byrja, skulu einar 2-3 mió. fáast til vega afturat.
Stuðulskonsertin verður í Vesturkirkjuni leygarkvøldið 8. novembur klokkan 20. Tað er ókeypis at koma á konsert, men høvi verður at geva eina gávu til nýggja Blákrossheimið.