Stuðulssending

Útvarpsstøðin Lindin ætlar at fáa sær tveir sendarar afturat, ein í Hvalba og ein á Støðlafjali í Eysturoy, so støðin kann røkka allan Skálafjørðin. Ein tílíkur sendari kostar á leið 50.000 krónur, og leygarkvøldið klokkan 19 skipar Lindin fyri einum stuðulstiltaki, har lurtarar kunnu stuðla ætlanini við gávum til sendararnar. Lindin hevur frammanundan átta sendarar kring landið, og arbeitt verður við at seta tveir upp afturat.