Stuðulssending fyri Lindina

Í dag skipar Lindin fyri stuðulssending. 21. januar í ár vóru 10 ár liðin, síðani Lindin byrjaði at senda. Lindin hevur øll hesi árini fíggjarliga verið hildin uppi við føstum stuðlum og gávum.

- Og sigast má, at var tað ikki fyri tann kærleika, ið trúføstu gevararnir vísa Lindini, bar als ikki til á hendan hátt at senda út gleðiboðskapin um náði Guds í Kristusi, sigur útvarpsstøðin í tíðindaskrivi.

Søtðin vísir á, at øll hesi árini hevur Lindin verið í støðugari menning, og hettar kostar pengar. Bæði tíðarinnar tonn og økingin í sendineti og sendiflatu ger, at tað alsamt er tørvur á enn fleiri stuðlum. Tann tekniski parturin av Lindini er lutvíst niðurslitin, og hetta krevur støðugar ábøtur.

Tí verður í dag og fram til á midnátt verður spennandi stuðulsdagur í Lindini: Jenis av Rana fer út við mikrofonini, og Preben Hansen, Absalon Áargarð, Erna Háberg, Símun Hansen, Dánial á Dul Jacobsen, Jóhan Petur Jóhannesen, Sólbjørg Zachariassen og Tór Arni Samuelsen fara at sita í útvarpsstovuni í Lindini. Tónleikaframførslur verða við m.a. T.O.S. (Tollarar og syndarar), M.C. Restorff, Oddbjørg Poulsen, og ymiskir gestir verða eisini við í sendingini.

- Høvið verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul ella at geva Lindini eina gávu. Í sendingini verður lutakast um nógvar og góðar vinningar - m.a. flogferðir, gisting á gistingarhúsi, gávukort og mangt annað. Drigið verður bæði millum nýggjar og verandi stuðlar. Lutakast verður hvønn heilan tíma, og kl. 23.30 verður drigið um høvuðsvinningin, sigur Lindin í tíðindaskrivi.

Sendingin er at hoyra í Lindini nú og fram til midnátt.