Virksemið hjá rásini er grundað á sjálvbodnar gávur, og við framtíðarætlanum í huga er neyðugt við fleiri stuðlum. Sendingin á Lindini byrjar kl. 16 og endar kl. 23. Hesar tímarnar verður greitt frá ætlanum í framtíðini, eins og prátað verður við ymisk fólk. Sent verður bæði úr Klaksvík og Havn.