MFS flytir heim
Meginfelag Føroyskra Studenta flytir nú heim til Føroyar. MFS varð stovnað í Keypmannahavn, og so at siga øll 51 árini, síðani felagið varð stovnað hevur ein stórur partur av virkseminum ligið í Danmark. Alt fleiri velja tó at lesa í Føroyum, og hetta sæst nú eisini aftur í at skrivstovan hjá MFS flytir til Tórshavnar 10. mars í ár.
MFS boðar í tíðindaskrivi frá, at seinastu árini er talið av lesandi á hægri útbúgving nærum tvífaldað í Føroyum:
Fyri 8 árum síðani vóru tað 561 fulltíðarlesandi í Føroyum, nú eru tað 985 sambært tølum hjá Studna. Um somu tíð bendir alt á, at politiska skipanin verður meira og meira samd um, at vit skulu menna, betra um og virða hægri útbúgvingar í Føroyum. Tað er tí eingin ivi um, at fleiri og fleiri fara at lesa í Føroyum í framtíðini. So hvørt fleiri útbúgvingar verða bodnar út, so hvørt sum tað eru nóg nógv lesandi savnaði, til at ein fær eitt sosialt umhvørvi, og so hvørt sum fólk frætta um, hvussu genialt tað er at lesa í Føroyum, fara vit at verða alsamt fleiri lesandi her heima.
Tí er tað natúrligt, at MFS skrivstovan flytir heim nú. Vit vilja vera við til at skapa lestrarumhvørvið her heima, og gjøgnum samstarv og samskifti okkara við eitt nú Fróðskaparsetrið, Vinnuhúsið, Tórshavnar Kommunu og Mentamálaráðið, eru vit sannførd um, at tað at stuðla gongdini her heima er nakað av tí týdningarmesta fyri Føroyar, vit sum felagsskapur kunnu gera.
Harumframt er eingin ivi um, at Føroyar eru staðið, har vit í størstan mun kunnu betra um umstøðurnar hjá lesandi. Tað er her, politiska skipanin er, tað er her, ymsu felagsskapirnir eru, og tað er her, at vit skulu hjálpa til at binda bond millum arbeiðs- og lestrarlívið. Tí er tað ein løtt og uppløgd avgerð hjá okkum at flyta skrivstovuna til Føroyar og at søkja eftir einum skrivstovufólki, ið býr í Føroyum.
Hetta merkir ikki, at MFS nú “bara” fer at arbeiða fyri lesandi í Føroyum. Tað sum er og verður styrki okkara, er júst tað at vit samstarva tvørtur um landamørk og savna føroysk lesandi allastaðni um eitt mál. Tað eru framvegis umstøður hjá lesandi uttan fyri Føroyar, sum kunnu betrast, og tað kemur helst altíð at vera brúk fyri, at bondini millum lesandi uttanlands og arbeiðsmarknaðin her heima styrkna. Og tó at vit flyta til Føroyar, so fær hetta ongar avleiðingar fyri til dømis virksemið hjá Keypmannahavnar nevndini, ið fer at halda áfram við øllum teimum spennandi og góðu tiltøkunum tey hava. Tvørturímóti meta vit, at tað at vit fáa sterkari rótfesti í Føroyum bara kann vera við til at hjálpa føroyskum lesandi allastaðni.
– At enda vilja vit nýta høvið at takka Fróðskaparsetrinum fyri, at tey hava stuðlað og hjálpt okkum, nú vit flyta skrivstovuna heim, skrivar MFS.