Petur S. Johannessen
?????????????????????
Nakrar viðmerkingar til greinina »Fór so alt aftur í studning?« hjá Kjartan Kristiansen í Dimmalætting tann 4 mars 2004.
Hann hevur eina undiryvirskrift: »Studningshátt Vágsbygd«.
Tað er ein sannroynd og harvið ein staðfesting, at har Føroya Fiskavirking, JFK-trol (Kósin) osv. hava virksemi, er hetta beinleiðis almennur studningur til hesar ávísu bygdirnar.
Søguliga hevur Vágsbygd verið fiskivinnubygd burturav, og tí meti eg, at tað er upp á tíðina, at vit fáa bara ein part aftur av tí, tað almenna hevur avviklað í Vági, tí sum sagt, tað almenna rekur fiskavirksemi á sjógvi og landi nógvastaðni í Føroyum, men ikki í Vági, og hevur tí eina skildu til at veita okkum í Vági eina afturbering. Vit krevja ikki meiri enn onnur, men tað sama, man kann eisini siga, at tað almenna avviklar tær fríðu marknaðarkreftirnar, og leggja partar av landinum í svartasta armóð.
Kjartan Kristiansen sigur víðari at »studningur bindur«. Man kann bara taka flutningsstuðulin av ráfiski til virkingar í Føroyum, har sund og firðir skilja, tá hann byrjaði og virkaði eftir endamálinum, viðmerkjast skal, at tað ger hann ikki nú av fleiri orsøkum, sum ikki skal komast inná her.
Hesin stuðulin tryggjaði nógv virksemi, sum annars ikki hevði verið á hesum økjum í Føroyum, hetta merkti, at nógv fólk komu í arbeiði, og komu nógv fleiri inntøkur enn útreiðslur til land og kommunur, upphæddin sum var útgoldin var sera lítil ímun til tað virksemi har bleiv skapt.
So um tað almenna letur 1,25 kr/kg í stuðli og fær 1,50 kr/kg aftur beinleiðis/óbeinleiðis, er nógv at heinta hjá tí almenna, tí fólk fáa arbeiði og harvið pening, ið umframt tað, sum er fyri neyðuni, kemur at skapa nógv fjølbroyt virksemi, politikarirnir skulu bert hava tað áræði, at tað ikki skal koma spekulatión í stuðulin (sum flutningsstuðulin er endaður í dag), so er studningur sunnur, og eitt gott stýringaramboð.
Kjartan Kristiansen heldur fram, og sigur: »Nýhugsan kemur ikki úr løgtinginum, og teirra uppgáva er ikki at ganga á odda, tí tað er luturin hjá vinnuni«.
Hvat er Føroya Fiskavirking og onnur Almenn virkir/partafeløg, er tað nýhugsan frá vinnuni?
Fjarstøðan millum politikarar og vinnuna í Føroyum er ikki stór, og eg eri ósamdur við Kjartan Kristiansen í tí omanfyri nevnda sitatið, hvør sigur, at løgtingið ikki skal ganga á odda, ella saman við vinnuni skapa eitt gott sunt eksistensgrundarlag, sum er rættvíst. Tað er úrslitið, sum telur, og ikki í hvørjari rekkjufylgju tingini henda, ella hvør í kemur við hvørjum.
Kanska síggja politikararnir nú hvussu ójavnt ágóðarnir í Føroyum eru plaseraðir, og vilja við hesum tiltakið rætta nakað av tí vanbýtið/diskriminering Vágsbygd hevur verið fyri, nú í nógv ár. Í hesum sambandinum stingur hesin viðkomandi spurningurin seg upp, um tað ikki er uppá tíðina at fáa ein útjavningar skatt so allir borgarir/økir eru líka fyri pr. høvd í Føroyum, hetta verður nýtt nógvastani, so hví ikki í Føroyum?
Tað skal viðmerkjast, at vit royndu at fáa stuðul til eina verkætlan, sum fevndi um at fara undir at framleiða fesk fløk úr stinglaks og langasporl á PALM Seafood í Vági í 1996. Mett varð, at vit vóru skraddaraseymaðir til at fáa stuðul undir lógini, »um menning av fiskivinnuni á landi«, vit fingu enn tá broytt orðingar í kunngerðini, sum ikki var heimild fyri »hava verið í virksemi í 1 ár«, men einki bar til álíkavæl, og tískil bleiv virkið ikki ført fyri at føra verkætlanina út í lívið. Her kundi nógv arbeiðspláss komið burturúr, og hevði hetta verið eitt gott alternativt íkast til vinnuna í dag.
So mín áheitan á politikararnir er, at tær/teir ymisku kunngerðirnar/ stovnarnir, sum skulu stimbra og menna/hjálpa vinnuni, mugu takast upp til nýggja viðgerð, og hyggjast má eftir, hvørja nyttu/leiklut og endamál kunngerðirnar/stovnarnir hava, og um tað er nøktandi. Her meti eg, at vinnan og politikarirnir hava brúk fyri hvørjum øðrum harra Kjartan Kristiansen, og koma fram til eitt úrslit, sum borgar fyri framburði til frama fyri alt føroya fólk og ikki bara nøkur.