Ráðgeving til kvinnur, sum hava í hyggju at fremja fosturtøku hevur fleiri ferðir verið á breddanum hetta samgonguskeiðið, og í fíggjarkørmunum fyri 2014 er eisini funnið rúm fyri hesum.
Felagsskapurin, Føroyar Pro Vita, sum í endamalsorðing síni hevur, at tað ikki eigur at vera loyvt at enda óføtt lív, fær nevnliga 150.000 krónur í stuðuli í 2014. Sama stuðulsupphædd er eisini partur av ætlaðu játtanarkørmunum fyri 2015 og 2016.
Hinvegin er játtanin til gitnaðarfyribyrging lækkað við 50.000 krónum, soleiðis at hendan nú er 550 tkr.