Stuðulstiltak á Hotel Føroyum

Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til børn við krabbamein og familjur teirra.

Um tú luttekur á galladøgurða - við fyrsta floks undirhaldi - á Hotel Føroyum hin 15. februar klokkan 19, stuðlar tú samstundis børnum við krabba og familjum teirra.


Fyri at savna pening til krabbameinsrakt børn, skipar Team Rynkeby Føroyar saman við stuðlum fyri einum galladøgurða á Hotel Føroyum, har tú kanst keypa tær pláss og á henda hátt stuðla tiltakinum.


Tiltakið bjóðar vælkomstdrykk og matskrá við trimum rættum og drykkjuvørum afturvið.

 

- Her verður fyrsta floks tónleikur framførdur av Føroya bestu tónleikarum, og her verður eisini sera gott undirhald.

 

Tað siga tey, sum standa aftan fyri stuðulstiltakið á Hotel Føroyum.

 

Tónleikaundirhaldið verður við Lenu & Niclasi, Tróndi Enni & Lív Næs, Petsi Tvørfoss, Evi, Jens Marna & Paula, Signari í Homrum,Flamma, Halli & Kristinu, Tórshavnar Manskóri - og eisini verður Pipar & Salt við.


- Atgongumerkini kosta 995 krónur og allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til børn við krabbamein og familjur teirra, siga stigtakararnir.