Stuðulstiltak í Leirvík

Kvinnur í Gøtu og Fuglafirði hava tikið stig til eitt stuðulstiltak til frama fyri átakið "Í menniskjum góður tokki".

Týskvøldið hin 26. november klokkan 19.30 verður eitt bingo-tiltak í Bygdarhúsinum í Leirvík.

 

Hetta er eitt stuðulstiltak til frama fyri átakið "Í menniskjum góður tokki".

 

Tað eru nakrar kvinnur í Gøtu og Fuglafirði, sum hava tikið hetta stig.

 

- Vit hava verið ymsastaðni í Eysturoy, har vit hava fingið vinningar frá handlum og fyritøkum í økinum.

 

Kvinnurnar, sum standa aftan fyri tiltakið, siga, at tey, sum eru spurd um at lata vinningar, hava verið sera gávumild, og tí eru eisini nógvir góðir vinningar at vinna.

 

- Ágóðin fer óskerdur til átakið "Í menniskjum góður tokki", siga kvinnurnar, sum hava tikið stig til hetta stuðulstiltak í Leirvík næsta týskvøld.