Stummann er óynsktur á Fornminnissavninum

Starvsfólkið á Føroya Fornminnissavni fáa um eina viku nýggjan stjóra. Men hesin er so óynsktur sum tilber

LANDSANTIKVARUR

Um eina viku stendur ein maður á trappuni uttan fyri Fornminnissavnið í Hoyvík. Hesin maðurin eitur Steffen Stummann Hansen, og hann skal vera stjóri á stovninum. Hann hevur verið ein av høvuðspersónunum í mest umstrídda og mest almenna setanarmálinum í longri tíð.
Men starvsfólkið á Fornminnissavninum sita ikki beinleiðis og gleða seg til teirra nýggi leiðari kemur.
Starvsfólkið á Formninnissavninum hevur áður gjørt var t við sína misnøgd, og nú venda tey sær aftur til løgmann og fyribils mentamálaráðharran, Høgna Hoydal.
Sagt verður í skrivum til teir báðar millum annað:
»Tað hevur alstóran týdning at virða starvsfólkapolitikkin, verja sálarliga arbeiðsumhvørvið og endurreisa álitið á setanarskipanina. Hetta gerst ikki uttan at setanin verður ógildað, tí eingin ? og als ikki starvsfólk stovnsins - kann liva við einum stovnsleiðara, ið er settur á ein hátt, sum sambært løgmanni sjálvum hevur sett trúvirðið á okkara umsiting í vanda.
Vit ivast ikki í, at málið verður viðgjørt við fyriliti fyri almenna stovninum og starvsfólkinum har heldur enn fyri møguligum fíggjarligum avleiðingum, ið kunnu standast av at gera tað, sum rætt er. Mist trúvirði og týnt sálarligt arbeiðsumhvørvi fara eisini í longdini at hava størri útreiðslur við sær enn tað, tað møguliga fer at kosta at rætta teir skeivleikar, ið gjørdir eru. Tí heita vit inniliga á tygum, at ógilda setanina hjá fyrrverandi landsstýrismanninum av nýggjum landsantikvari.«

Gíslar
Arne Thorsteinsson, eitt av starvsfólkunum á stovninum og fyrrverandi landsantikvarur, sigur, at øll tey føstu starvsfólkini á stovninum hava skrivað undir áheitanirnar.
?Vit kenna okkum sum gíslar í einum politiskum spæli, sum vit als ikki skilja. Tá løgmaður hevur tikið hetta stigið, hví skulu vit so sita eftir við svartaperi, sigur Arne Thorsteinsson.
Hann kallar støðuna fyri groteska, og hann sigur, at tey skilja einki.
Sum tað sær út hava starvsfólkini kortini ikki annan møguleika enn at mótmæla við skrivum av hesum slag. Starvsfólkini fáa illa boykotta stovnin, men tey rokna við týndum sálarligum umvhørvi, sum tikið verður til í skrivinum til landsstýrismannin og løgmann.