Stutt aftursvar til Jóan Paula Joensen

Finnur Helmsdal

Eg segði einki í grein míni tann 28. desember um, antin Rúni Rasmussen helt tað vera gott ella rætt at senda 266B út til fólkaatkvøðu. Eg undirstrikaði tað í greinini. Eg undraðist bert yvir, at hann yvir høvur kundi nevna tann møguleikan. Tú sigur, at hann bert nevndi tað sum eitt tekniskt dømi. Veit ikki hvat tað merkir. Men eg spyrji, hvat hevði Jóan Pauli sagt, um Rúni sum eitt reint tekniskt dømi tók, at man kundi spurt Føroya fólk, um tað skal vera loyvi til at stjala ella ei. Um tað skal vera loyvt at neyðtaka ella ei. Tekniskt ella ei, so má mark vera fyri, hvat ávísir persónar siga alment.