FISK 2006 er ein norðurlendskur filmssummarskúli, sum í hesum døgum er í Føroyum. 15 ung úr øllum Norðurlondunum luttaka á skúlanum, sum hesaferð varar í fjúrtan dagar.
Skúlin vendir sær til ung, sum hava royndir innan film, ynskja at menna sítt filmsarbeiði bæði fakliga og listaliga og hava ambitiónir ella hugsa um at fáa sær eina yrkisleið innan film.
Lærararnir á FISK 2006 eru allir professjonellir innan filmsvinnuna. Lærararnir á skúlanum eru hesir: Filmsleikstjórin Joachim Bergenstråhle úr Svøríki, ljóðmaðurin Jyrki Saarinen úr Finnlandi, klipparin Anders Villadsen og myndamaðurin Henrik Bohn Ipsen úr Danmark.
Næmingarnir á skúlanum hava higartil arbeitt ídnir frá morgni til myrkurs í fýra bólkum. Fyrstu vikuna framleiddu bólkarnir fýra venjingarfilmar, men hesa vikuna skulu bólkarnir gera ein stuttfilm og ein dokumentarfilm. Endabresturin á skúlanum verður á G!. Tá verða filmarnir vístir á stórskíggja fyri øllum áhugaðum.
Áðrenn skúlin fór í gongd, høvdu næmingarnir fyrireikað seg til skúlan umvegis eina heimasíðu. So tá næmingarnir hittust á skúlanum, vóru teir klárir til at fara í gongd við at framleiða stuttfilmin.
Vikuna áðrenn skúlin byrjaði, lýsti skúlin eftir leikarum til filmarnar. Nógvir leikarar við royndum á palli vóru áhugaðir, og eru nakrir av teimum við í filmunum.
Norðurlendski Filmssummarskúlin er stuðlaður av Nordisk Kulturfond, Mentamálaráðnum og Atlantic Airways
Til ber at lesa meira um FISK 2006 á heimasíðuni www.fisk2006.org.