Stuttleikaðu sær á Stuttleikum hjá Hvirluni

Sunnudagin var fyrsta almenna kappingin á nýggju Tórsbreyt í Havn. Tað var frælsa ítróttarfelagið, Hvirlan, sum skipaði fyri hesi kapping fyri børnum upp til 10 ár

Øll, sum klárðu at gjøgnumføra 60 metra renning, longdarlop og bóltkast, fingu heiðursmerki.

Tórsbreyt varð tikin í nýtslu leygardagin, tá stórt hátíðarhald var á breytini.

Fyri at kunna hava Tórsvøllin við sínum fullkomnu umstøðum, valdi Hvirlan at hava sítt tiltak sunnudagin, tó hópur av børnum møttu til leikirnar, sum vóru frá kl. 14 til 16.


Leikirnir vóru ætlaðir sum lítil sýnisgluggi til tað, vit kunnu íðka, tá vit frælsast. Eisini var endamálið at vísa vøllirnar fram, tá nógv virksemi er í gongd samstundis.

Leikirnir fyri børnini sunnudagin vóru skipaðir sum tríkampur, har hvør íðkari luttók í bóltkasti, longdarlopi og 60 m renning. Tíðir og longdir vórðu skrásettar á skreytblað, sum íðkarin fekk til tilmeldingina. Tá hann hevði luttikið í øllum trimum greinum, fekk hann heiðursmerki fyri hetta.


Børnini stuttleikaðu sær óført, og dagurin vísti, hvussu hentir hesir vøllir eru – og gav eina týðuliga ábending um, at hetta eru vøllir, sum fólkið fer at taka væl undir við – og sum fara at verða nógv nýttir.