Stuttligar søgur í Miðlahúsinum fyri øll sum tíma at lurta

Í morgin, Sunnudagin kl. 17.00 , fer Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam at fortelja søgu fyri øllum, sum tíma at lurta í Miðlahúsinum og helst fer hann at finna upp á okkurt øgiliga stuttligt eisini Ævintýraferðin, sum Dánjal Kaggadingding Kaggadum og Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam eru upphavsmenn til, er komin út á bók.

Higartil hevur tú kunnað upplivað Ævintýraferðina á palli á ólavsøku, ella tá Ævintýraferðin hevur verið og vitjað dagstovnar og fólkaskúlar og á fløgum, sum teir hava givið út.

Nú er so tann fyrsta bókin hjá Ævintýraferðini komin.

Tað er søgan um Drongin, sum gloymdi hvussu mann spælir.

Søgan er um Pól, sum elskar at spæla. Hann spælir alt millum himmal og jørð. Men ein morgunin hendir nakað ræðuligt. Pól vaknar og finnur útav, at hann hevur púra gloymt, hvussu mann spælir. Uttanfyri hittir hann vinmannin Janus, og so byrjar søgan...

Øll eru vælkomin í Miðlahúsið at lurta og at práta við Búa Sibbidibbidimdimdubadabadam, sum fer at lesa upp úr bókini ?Drongurin sum hevði gloymt hvussu mann spælir?? og helst fer hann at finna uppá okkurt øgiliga stuttligt eisini.