-Stuttligt at skora tílík mál

-Til flestu av mínum málum skal eg bert seta innaru síðu á, og tí er tað stuttligt at skora tílík mál, segði Arnbjørn Hansen, og sipaði til næsta málið hjá sær, har hann eftir gott einmansavrik smekkaði bóltin í kassan.
Spurdur um orsøkina til góðu gongdina hjá sundalagsmonnum og sær sjávum, sigur Arnbjørn at teir hava havt fleiri skaðar at dragast við. Eitt nú hava Hans Pauli, Daniel og Alex verið úti, men nú eru allir klárir aftur. Tað gevur teimum fleiri strongir at spæla uppá, og tað er stuttligt at vera á liði saman við tílíkum bóltsnidlingum.
-Vit hava seks dystir eftir í kappingini, og eru teir at roknað sum finalur. Vit skulu vinna okkara dystir fyri at halda lív í FM vónunum, segði Arnbjørn Hansen at enda í samrøðu við Sosialin