Stuttligt at vera við

- Tað hevur verið stuttligt at verið við millum so nógvar professionellar tónleikarar, sigur Oddbjørg Poulsen, sum syngur á fløguni, "Einki uttan Jesus"

Á nýggju fløguni, "Einki uttan Jesus", syngur Oddbjørg Poulsen løgini, "Kom inn í Guðs ørk" og "Hann kendi meg".
Oddbjørg er dóttir navnframa, Andrias Jacobsen, vanliga nevndur Andrias í Køkubúðini.
- Pápi mín, sum flestu kendu, spældi á harmoniku. Eg havi sungið nógv, bæði heima og úti, men eg havi ongantíð áður verið við á fløgu.
Hon sigur, at hetta hevur verið ógvuliga áhugavert.
- Tey, sum eg havi havt við at gera, nú vit hava verið saman um hesa fløgu, hava verið ógvuliga professionell, men kortini hava karmarnir rundan um hetta arbeiði verið so vinarligir.
Hon sigur, at hon hevur kent fleiri teirra leingi.
Oddbjørg Poulsen heldur, at løgini á fløguni eru ein góð savning av ymiskum løgum og tónleiki, sum hon vónar, at fólk fara at taka til sín.
- Eg kom upp í hetta arbeiði, sum annars tilsamans hevur tikið langa tíð, fyri umleið einum ári síðan.
Hon sigur, at hóast hon er nýggj, tá ið ræður um upptøkur til útgávu, var hon ikki nervøs undir upptøkunum, tí alt var fyriskipað í einum góðum og hugnaligum stemningi.
- Tað var stuttligt at hoyra, hvussu heildin ljóðaði, tá ið alt var liðugt ljóðblandað - og eg eri væl nøgd, nú úrslitið fyriliggur, sigur Oddbjørg Poulsen.