Í Klaksvík hevur kommunan sett 2,7 milliónir av í ár til útstykking av grundstykkjum, og meir peningur verður settur av komandi ár.
Talan er um 34 grundstykkir, sum skulu planerast og gerast klár á Fossum í fyrsta byggistigi. Økið á Fossum er við brunnarnar og heimeftir. Klaksvíkar kommuna ognar sær tó lendi, so til ber at víðka økið við 20 grundstykkjum afturat. Tilsamans vera 54 grundstykkir tøk á Fossum.
Væntað verður at samlaða arbeiði at gera 54 grundstykkir klár fer at kosta 27 milliónir, og fyrstu 20 milliónirnar verða brúktar til at gera tey fyrstu 34 grundstykkini klár. kostnaðurin av fyrsta byggistigi er hægri, av tí at kommunan keypur lendi til 54 grundstykkir beinanvegin, greiðir Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, frá.
Eftirspurningurin er stórur at fáa grundstykki júst á hesum økinum, og síðani ætlanirnar um útstykking á Fossum vórðu almannakunngjørdar hava 40 fólk skrivað seg á lista til grundstykki. Fyrr stóðu bert 13 fólk á lista, og tískil er talið nú komið upp á 53 fólk, sum ynskja at byggja hús á Fossum, greiðir Jógvan Skorheim frá.
-Býráðið hevur valt at stykkini skulu gerast klár, soleiðis at tey verða keypt við planering. Stykkini verða nakað tað sama í stødd og prísurin hin sami fyri øll stykkini, sigur Jógvan Skorheim.
Jógvan Skorheim leggur afturat, at málið er at útstykkingin skal verða liðug og stykkini standa klár síðst í komandi ári.