Stýrið skipað seg

Eftir stovnandi aðalfundin í morgun, hevur stýrið fyri Kommunufelagið skipað seg.

Eftir stovnandi aðalfundin í morgun, hevur stýrið fyri Kommunufelagið skipað seg.

 

Og ikki óvæntað verður tað borgarstjórin í størstu kommunu í landinum, Heðin Mortensen, sum verður formaður í stýrinum. Til næstformann varð valdur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

 

Hinir limirnir í stýrnum, sum allir eru borgarstjórar, eru:

 

Jógvan Skorheim

Jóhan Christiansen

Rósa Samuelsen

Sonni í Horni

Kristin Michelsen

Dennis Holm

Brandur Sandoy

Heðin Zachariasen

Pauli T. Petersen

Jóhannus Danielsen

og Trúgvi Gudmundarson

 

Stjóri í nýggja felagnum verður Eyðun Christiansen, ið eisini var stjóri í nú fyrrverandi Kommunusamskipan Føroya.