Nánd, sum er eldrasamstarvið millum Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, ynskir at skapa karmar fyri, at eldri fólk kunnu fremja egin fyribyrgjandi átøk, so tey kunnu hava eitt sunt og virkið lív.
Eldrasamstarvið hevur fingið í lag avtalu við Fuglafjarðar kommunu og Kappróðrarfelagið í Fuglafirði um, at hølini hjá Kappróðrarfelagnum kunnu vera tøk til sjálvsvenjing tvær ferðir um vikuna.
- Við at bjóða tilboð til sjálvsvenjing, vilja vit geva fólki, sum eru 67 ár og eldri, møguleika at styrkja um egna heilsu.
Býrt tú í Fuglafjarðar kommunu ella Eysturkommunu og ert 67 ár ella eldri, hevur tú møguleika at melda teg til sjálvsvenjing í Fuglafirði, men tilboðið er undir egnari ábyrgd.
Í kappróðrarneystinum í Fuglafirði eru ymisk venjingartól, sum eru tøk til sjálvsvenjing, og her kunnu pensjónistar venja tvær ferðir um vikuna, mánadag og fríggjadag, frá klokkan 10-12.30.
- Eftir 1. februar ber til at tekna seg til sjálvsvenjing, sigur Nánd, sum hevur neyvari kunning um hesar møguleikar á heimasíðuni www.fuglafjordur.fo