Suðringar mótmæla

Til landstýrið, løgtingsmenn, Strandferðsluna og fjølmiðlar

 

Finnleif Guttesen

Jógvan Kroslág

Heri Hjelm

Viberg Simonsen

?????????????????????????




Mótmælisskriv frá teimun útblakaðu limunum í Smyrla nevndini.

Í tíðindunum í gjár frættist, at Vinumálastýrið hevði fingið tilboð frá Smyril Line um at keypa NØRRØNU fyri 115 til 130 mill. til Suðuroyarsiglingina.

Vit undirritaðu limir í fyrrverandi nevdini til bygging av nýggja Smyril vilja hervið harliga átala, at tað so mikið sum kemur uppá tal at keypa eitt 30 ára gamlt skip til siglingina millum Suðuroynna og Havnina.

Vit kenna NØRRUNU og hon er totalt óegna til siglingina,tí hon er ring at sigla við ímóti-tá verður bert trampan við 10-12 míla ferð- og hartil er hon høg og tí ring at leggja at við í vindi. Avlýsingar/ seinkingar verða uttan iva á vetrardegi, sum vit ikki kunna hava á ogra landsvegi, tí skipið er ikki egnað.

Stjórin á SMYRIL LINE hevur sagt, at NØRRUNA er niðurslitin og tí er neyðugt at byggja nýtt skip.

Ein slík niðurgering av okkum suðringum kunnu vit ikki góðtaka og at vinnumálaráðharrin eftir øllum at døma gongur inn fyri slíkari ætlan vísur hvussu inkompetentur hann og rágevarar hansara mugu vera.

Nú hoyrast so eisini røddir úr Sjálvstýrisflokkin um tað ikki er betur við einari bílagari loysn á Suðuroyarleiðini fyri at kunna brúka einar 200 til 300 milliónir meira norðan fyri- hetta kemur ikki óvantað á , tað vóru jú teir sum á sinni lorkaðu TEISTAN burtur.

Sum sagt omanfyri verður ikki talan um at vit suðringar ganga við til, at ein 30 ára gomul danga (plimsollara) fyri 130 mill. krónur skal røkja suðuroyarleiðina. Sum dømi um plimsollara kann nevnast javnaldurin SMYRIL sum tvær ferðir seinastu 14 dagarar hevur verði í dok tí hol hevur verði á skipium.

Einasta og besta loysnin er tann sum landsstýrismaðurin legði fram 6. oktober 2001 í Øravík fyri øllum suðringum, har hann gav lyfti um, at kjølurin skuldi strekkjast á várði 2002 og skipi klárt at seta í sigling í 2004.