Fótbóltslagið í Suðuroy batnar støðugt. Besta liðið hevur síðstu vikurnar tikið tey flestu av bóli við avrikum og úrslitum.
Hjá næstbesta liðnum hevur gongdin higartil verið lítið hugalig. Í fyrsta triðinginum av kappingimi var úrtøkan tveir javnleikir á heimavølli og sjey tap. Málmunurin var 8-50.
Í dag vóru næstbestu Suðringarnir á Skála, har tað fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist at vinna stig á útivølli.
Úrslitið var 2-2 eftir 1-1 í hálvleikinum.
Tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki, tá ið veteranurin Nenad Saric legði heimaliðið framum, og fimm minuttir seinni javnaði liðformaðurin hjá Suðringum Poul Ingason.
Tíggju minuttir eftir steðgin legði Ari Krosslá Poulsen gestirnir á odda. Tveir minuttir seinni svaraði heimaliðið aftur, og aftur hesa ferð var Nenad Saric málskjútti.
Skála hevur sjey stig, og Suðringar hava trý stig.