Infrakervi
?Vit eiga eitt lítið oyggjaland. Skulu vit mennast og standa okkum í ?kappingini við onnur lond, er ein tann týdningarmesta fyritreytin eitt gott ?infrakervi. Tí bert við einum góðum infrakervi skapa vit trivna og góðar ?virkismøguleikar í øllum landinum, og fyrst tá ber til at gagnnýta alt ?okkara tilfeingi á fullgóðan hátt.??Tá fasta sambandi vid Sandoynna og Suðuroynna er veruleiki, kunna hesar ?báðar oyggjar luttaka í menningini av Føroyum á jøvnum føti við restina av ?landinum, og geva eitt størri íkast til landsbúskapin.??Tí eigur eitt komandi løgting at standa fast við og saman um ?Sandoyartunnilin.???Hørð og bleyt virði
Tey, ið eru ímóti tunnilinum til Sandoynna halda uppá, at vit hava ikki ráð ?til hesa íløgu. Sagt verður, at føroyskir politikkarar nýta ov nógvan pening ?til sonevnd hørð virðir, sum vegir og tunnlar, meðan ov lítið verdur nýtt ?til sonevnd bleyt virðir, sum skúla- og heilsuverk.??Hesum eri eg ikki samdur í.??Samlaða fíggjarlógin er uml. 4 milliardir. Helmingurin, uml. 2 milliardir ?fara til almanna- og heilsumál, meðan uml. 1 milliard fer til skúla- og ?mentamál.??Restin, uml. 1 milliard, er býtt millum hinar ráðharrastovurnar, ?Løgmansskrivstovuna, Fiskimálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Vinnumálaráðið og ?Innlendismálaráðið. Tað, sum árliga verður nýtt til íløgur í vegir og ?tunnlar er at finna innanfyri hesa milliardina, og er tað ein lutfallsliga ?lítil partur av árligu fíggjarætlanini.??
Tað er tí ikki rætt, tá sagt verður, at alt okkara ríkidømi verður brúkt til ?at borða tunnlar við.??At gera Sandoyartunnilin til eitt val ímillum tey sonevndu hørðu og bleytu ?virdini, haldi eg eisini verða at seta tingini skeivt upp. Tí íløgur í hørð ?virðir, sum fast samband millum oyggjarnar eru ikki einans til fyrimuns fyri ?vinnulívið og gerandisdagin hjá borgarunum. Tær skapa eisini røttur ?fyritreytirnar fyri skilabetri íløgur í bleytu virðini, sum skúla- og ?heilsuverkið.??Størri fólkagrundarlagið er, betur og bíligari kann landið skipa sínar ?tænastur til borgaran.??Og tá vit øll, uttan mun til hvar vit búgva, kunnu náa teimum tilboðum, sum ?eru, um tey so eru sunnanfyri ella norðanfyri, fáa vit fjølbroyttari og ?betur tilboð á øllum økjum.???Fyrst nýta skipini, so tunnil ?
Tað eru eisini nøkur, ið siga, at íløgurnar í Smyril, Teistan og havnaløg ?hava verið so stórar, at suðuroyingar og sandoyingar fyrst mugu "slíta" ?hesar íløgur upp, áðrenn talan kann verða um at nýta pening til tunnlar.??Hetta haldi eg vera alt annað enn samhaldsfast og sera stuttsiktað ?tankagongd.??Jú, Smyril og Teistin eru góð skip, og Sandoyggin og Suðuroyggin eru enn ?virknir partar av føroyska samfelagnum. Td. veitir Suduroyggin enn eitt ?lutfallsliga stórt íkast til landshúsarhaldið við teimum stóru ?veiðinøgdunum, ið verða lagdar upp í Suðuroynni.??Men tað er ein sannroynd, at Suðurføroyar hava verið í eini neiligari gongd ?seinastu mongu árini.??Í løtuni er fólkatalið í Suðuroynni á sama støði sum í 1920unum, og ?aldursbýtið gerst skeivari fyri hvørt ár.??Tí mugu politikkarar vísa vilja og rygg til at gera tey tiltøk, sum skulu ?til fyri at venda gongdin nú, meðan støðan enn er hampulig, og ungir ?suðuroyingar við útbúgving enn síggja møguleikar í at búseta seg í ?Suðuroynni.??At seta seg niður og bíða í 20 til 30 ár til skipini er uppslitin, er ikki ?rætta signalið at senda sandoyingum og suðuroyingum, og harafturat ótrúðliga ?lítið visionert av fólki, sum nú við einum valdømi siga seg vilja stjórna ?øllum landinum meira enn nakrantíð.??Ein onnur skilagóð grundgeving fyri at fara undir Suðurleiðina so skjótt sum ?gjørligt, er kostnaðurin av verandi farleiðum til Sands og Suðuroyar.?Við verandi kostnaðarstøði verður rakstrarkostnaðurin av sjóvegis farleiðini ?uml. 60 - 70 milliónir í 2008. Væntast kann, at í framtíðini verða størri ?krøv sett til tænastustøði og túratal, umframt at hækkandi oljukostnaður og ?lønir fara at økja útreiðslurnar enn meira.??Við hesum útreiðslum í huga, og kostnaðinum av at byggja nýggjan Teista og ?Smyril innanfyri næsti áratíggjur, sigur tað seg sjálv, at skilagott er ?at fara undir fyrireikingar til Suðurleiðina beinanvegin.?
?Niðurstøða ??Vit hava higartil megnað at útbygt okkara land við vegum, tunnlum og ferjum, ?samstundis sum vit hava ment almanna-, heilsu- og skúlaverkið.??Lat okkum ikki steðga útbyggingini av infrakervinum nú, við vanda fyri at ?Suðurføroyar bløða út, bert tí at eitt innanhýsis klandurstríð í ?Javnaðarflokkinum, um hvørt studentaskúlin í Hoydølum skal leggjast saman ?við Handilsskúlanum, hevur seinkað ætlanini í áravís, og tí Dimmalætting ?uppundir val leggur dent á at skriva ræðusøgur um okkara sjúkrahúsverk.??Vit eiga góð fólk í bæði skúlaverkið og heilsuverkið. Tað ber væl til ?styrkja og skipa hesi verk betur, samstundis sum hildið verður fast við ?ætlanina at gera Sandoynna og Suðuroynna til javnsbjóðis partar av føroyska ?samfelagnum.??Tá tey, sum eru búsitandi í Tórshavn eins væl kunnu virka í Sandoynni ella ?Suðuroynni, sum á Hálsi ella á Hjalla, og tey sum búgva í Suðuroynni kunnu ?virka í Vágum ella Norðoyggjum, sleppa vit undan teirri staðbundnu ?hugsanini, og vit fara at skipa vinnuna og tænastutilboðini í landinum meira ?rationelt, og fáa yvirskot til enn fleiri íløgur av bæði "bleyta" og "harða" ?slagnum.??Lat okkum tí standa saman um at fremja løgtingssamtyktina um ?Sandoyartunnilin í verki, og fara undir fyrireikingar til víðari fasta ?sambandi til Suðuroyar, so Suðurleiðin kann verða veruleiki so skjótt sum ?til ber, til gagns fyri alt Føroya land.