Suðuroy skal verða ein kommuna um eitt ár

Longu 1. januar 2010 skal øll Suðuroy verða løgd saman í eina kommunu. Tað er kjarnin í eini miðvísari ætlan, sum varð løgd fram á borgarafundi í Vági í gjárkvøldið

 - Fara vit verka nú, kann øll Suðuroy verða løgd í eina kommunu longu 1. januar í 2010.

Tað er kjarnin í eini miðvísari ætlan, sum Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur og Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, sum báðir eru í Granskingardeplinum fyri samfelagsgransking, løgdu fram á fundi í Vági í gjárkvøldið.

Kvinnufelagið Vakyrjurnar í Suðuroy høvdu kallað saman til almennan fund í Vági í gjárkvøldið, at tosa um at leggja Suðuroy saman í eina kommunu.

Í einum arbeiðsriti, sum teir báðir samfelagsgranskararnir løgdu fyri fundarfólkið, høvdu teir gjørt eitt uppskot um, hvussu farast kann fram í samband við, at kommunurnar í Suðuroy sjálvboðið leggja saman í eina felags Suðuroyar kommuna.

Teir siga at tá ið farið verður undir eina tilgongd fram ímóti kommunusamanlegging, vísa royndir aðrastaðni, at tað hevur týdning, at tilgongdin verður lutfalsliga skjót, so at ikki stígur kemur í áhugan, áðrenn endalig avgerð skal takast.

Tí mæla teir til eina skjóta tilgongd, har málið verður neyvt viðgjørt og lýst av einum

arbeiðsbólki, sum so leggur tilmælið fyri kommunurnar til støðutakan.

- Tað er av avgerandi týdningi , at tað gongur stutt tíð frá tí, at tilgongdin verður byrjað, til eitt uppskot liggur klárt til støðutakan.

- Arbeiðið í arbeiðsbólkinum eigur ikki at taka meira enn fýra mánaðir, so verður byrjað um eina viku, eigur eitt úrslit liggja klárt til støðutakan longu í februar 2009.

Tað ber væl til at bíða og lata nývaldu kommunustýrini taka hetta stig aftaná valið. Men teir báðir granskararnir halda, at tað er frægast at taka avgerðina um kommunusamanlegging beinanvegin, tí annars er vandi fyri, at politikkur kemur í spurningin í valstríðnum og tað kann gera tað torførari at fáa semju í lag aftan á valið.


Arbeiðsbólkur

Fyrsta stigið fram ímóti einari felags kommunu er, at tey sjey kommunustýrini taka undir við, at Suðuroy verður ein kommuna og taka undir við at fara undir tilgongdina fram ímóti eini samanlegging.

Granskararnir mæla til, at kommunustýrini taka avgerðina beinanvegin so at ein arbeiðsbólkur við umboðum úr øllum kommununum kann fara til verka at fyrireika samanleggingina sum skjótast.

Ein samfelagsfrøðingur á Granskingardeplinum verður samskipari í bólkinum. Tá ið tað er neyðugt, eigur arbeiðsbólkurin at fáa ráðgeving uttaneftir fyri at royndir aðrastaðni úr landinum eisini kunnu brúkast í tilgongdini í Suðuroynni.

Tað arbeiðið skal enda við einum uppskoti til sáttmála um samanlegging, sum verður sendur í hvørt hús í oynni, tá ið kommunustýrini hava góðtikið hann.


Byrja um eina viku

Samstundis hava teir sett upp eina tíðarætlan, har arbeiðsbólkurin skal byrja longu um eina viku.

Longu fyrst í november skulu kommunustýrini kunnast og restina av mánaðinum heldur arbeiðið í arbeiðsbólkinum fram. Fyrst í januar verður aftur kunning fyri kommunustýrunum og síðani ger arbeiðsbólkurin seg lidnan

Fyrst í februar verður endalig kunning til kommunustýrini og mitt í februar verða borgararnir kunnaðir við almennum fundum og skrivi í hvørt hús.

Og fyrst í mars er so ætlanin at hava fólkaatkvøðu í Suðuroy um samanleggingina og verður meiriluti fyri tí, verður samanleggingin framd og kommunurnar skriva undir sáttmálan.

Samanleggingin skal so fáa formliga gildi frá 1. januar 2010 og frá tí degi verður øll Suðuroy so ein kommuna.


Tað ber til

Á borgarafundinum í gjárkvøldið sótu borgarstjórin í Vági, Kirstin Strøm Bech og varaborgarstjórin á Tvøroyri, Pauli Einarson við pallborðið og teir vórðu beinleiðis spurdir um teir vórðu sinnaðir at taka stig til at býráðini vórðu kallað saman beinanvegin at taka støðu.

Tað góvu tey bæði tilsøgn um.

Kirstin Strøm Bech segði, at tað er ongin trupulleiki at kalla býráðið saman til eyka býráðsfund at viðgera málið.

Pauli Einarson helt ikki, at hetta var nakar trupulleiki á Tvøroyri.

Hann vísti á, at á Tvøroyrar Býráð tekur fult undir við, at Suðuroy verður ein kommuna og ein fólkaatkvøða í kommununi vísir, at yvir 80% av veljarunum taka eisini undir við tí.

- So í Tvøroyrar Býráð verður talan um eina avgerð, sum er løtt at taka, sigur hann.


Betri tænasta og nýggjar avbjóðingar

Endamálið við at leggja kommunurnar saman skal vera at kommunurnar skulu verða betri førar fyri at veita borgarunum eina góða tænastu skulu verða betri førar fyri at taka av nýggjar avbjóðingar á seg.

Hetta er beinagrindin í uppskotinum til kommunusamanlegging í Suðuroy, sum granskingardepilin løgdu fram á borgarafundinum í Vági í gjárkvøldið.

Við sær høvdu teir eisini eitt uppskot til ein sáttmála ímillum tær sjey kommunurnar um samanlegging, sum vit taka nøkur heilt fá brot burtur úr.

Teir siga, at høvuðsendamálið við samanleggingini er:

- at gera kommunurnar betur førar fyri at veita borgarunum eina góða tænastu

- at samskipa umsitingina og raksturin av kommununum

- at gera kommunurnar betur førar fyri at taka av nýggjum avbjóðingum í framtíðini,

herundir menning av oynni sum heild

- at samskipa íløgurnar, so at betri nytta fæst burtur úr íløgum, og at forða fyri

óneyðugum íløgum

- at skapa betri karmar fyri øktum virksemi í økinum.


Við samanleggingini leggja allir partar stóran dent á, at tænastan og kostnaðurin verður tað sama hjá øllum borgarum í kommununi.

Navnið á samanløgdu kommununi er Suðuroyar Kommuna og kommunustýrið hevur sæti í Hovi.

Suðuroyar Kommuna verður stýrd av einum kommunustýri við 11 limum, sum verður valt fyrstu ferð á kommunuvali 10. november 2009 og frá 1. januar 2010 verður talan um eina kommunu.

Staðbundnar nevndir verða settar í samband við samanleggingina.

Kommunal arbeiði, sum er byrjað í kommunum áðrenn 8. oktober 2008, skulu gerast liðug. Men ein fyritreyt fyri at samanleggingin kann virka sum ætlað, er, at kommunurnar

í skiftistíðini ikki gera nýggjar kommunalar íløgur ella binda seg til nýggj lán.

Øll starvsfólk hjá núverandi kommunum koma í starv hjá samanløgdu kommununi.


Taka Suðuroy í størri álvara

Nógv umrødda ætlanin um at gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroy er eitt dømi um, at oyggin hevði staðið seg betur, hevði hon talað við einari rødd heldur enn við einum kóri av misjøvnum røddum.

Tað halda Jógvan Mørkøre, stjórnamálfrøðingur og Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, í arbeiðsritinum, teir løgdu fyri borgarafundin í Vági um kommunusamanlegging í gjárkvøldið.

- Suðuroy hevði verið tikin í størri álvara sum mótpartur og viðspælari hjá landsstýrinum og ein Suðuroyar kommuna hevði kunna farið undir miðvíst arbeiði fyri menning av oynni við eini menningardeild.

- Samstundis hevði ein kommunusamanlegging styrkt Suðuroynna, tí hon førir við sær sparing í útreiðslum til kommunalu umsitingina, sum hóast fíggjarliga sparing, hevði blivið sterkari.

Jógvan Mørkøre og Dennis Holm siga, at við einari kommunu og sostatt størri kommunukassa, er eisini betri grundarlag fyri at bjóða dygdargóðar kommunalar tænastur.

Teir siga, at verður Suðuroy løgd í eina kommunu, verður hon ein stór kommuna sum kann vera við til at fremja tilgongdina at fáa fleiri ábyrgdarøki flutt út á økini og eina útjavningarskipan at tryggja fíggjarligu fortreytirnar.

- Hetta er ein týðandi liður í strembanini at fremja menning í oynni, siga teir.

Les eisini greinina: Borgarstjórin í Vági vil savnað alla Suðuroynna