Suðuroyartunnilin skal sjálvandi ígongd í 2022

Sjálvandi skal arbeiðið upp á Suðuroyartunnilin byrja í 2022, tá ið Sandoyartunnilin er boraður. Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, nú Landsverk hevur latið eina nýggja samferðsluætlan úr hondum. Í henni sigur Landsverk, at verður ein heildarmynd tikin av støðuni, og teimum íløgum ið liggja fyri framman, er tað mest veruleikakenda, at farið verður undir undirsjóvartunnil til Suðuroyar í 2030.

 

 

Les eisini: Mest veruleikakent at bíða við Suðuroyartunlinum

 

 

Dennis Holm sigur, at sjálvsagt skulu vit ikki gevast, ella steðga á, eftir at Sandoyartunnilin er boraður ígjøgnum í 2022. Hann vísir á, at Suðuroyartunnilin fer at skapa øktan búskaparvøkstur í Suðuroynni og í Føroyum, sum heild.

 

– Suðuroyartunnilin fer eisini at geva føroyskum fyritøkum og stovnum, atgongd til eitt uppland av arbeiðsmegi, nevniliga tey 4.600 fólkini í Suðuroynni. Og samastundis fáa tey møguleikan at brúka sínar førleikar til fulnar og virka og skapa í føroyska samfelagnum, sigur hann.

 

– Føroyar verður tá meiri ella minni fult samanbundnar, tí eini 99 prosent av fólkinum kunnu koyra í túni hvør hjá øðrum. Og føroyskar fyritøkur kunnu, ótarnaðar, veita vørur og tænastur til næstan alla føroyingar við at flyta seg eftir vegunum.

 

– Eins og íløgan í brúnna um Streymin á sinni var ein íløga í at menna føroyska samfelagið, og íløgurnar í undirsjóvartunlar vestur í Vágar, og til Norðoyggjar, eisini vóru íløgur í at menna samfelagið, er íløgan í Suðuroyartunnilin ein sjálvsøgd íløga í framhaldandi menning av Føroyum og føroyska samfelagnum, sigur borgarstjórin í Vági.

 

– Suðuroyartunnilin verður sjálvsagt á skrá í forlongilsi av Sandoyartunlinum – og sjálvandi byrja vit at bora í 2022, tá ið komið er ígjøgnum á Sandoynni, tað er tað ongin ivi um, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at tað er hugtakandi at síggja, hvussu góða ávirkan, tað hevur havt at tað er koyrandi er vestur í Vágar og í Norðoyggjar, tí tað hevur kollvelt samfelagið. Búskaparvøkstur í nærumhvørvinum - og øktur búskaparvøkstur í øllum landinum, og fólkatalið veksur í øllum samanbunda partinum av landinum. 

 

Eitt úrslit av einum útbygdum vegakervið er, at fólk kunnu búgva á bygd og flyta seg til størv á størri plássunum, umframt eftir handils- og tænastutilboðum, og mentanar- og frítíðartilboðum, sigur Dennis Holm.