Vøksturin í fólkatalinum, sum hevur verið hesi seinastu árini, heldur fram og tann 1. oktober búðu 50.322 fólk í Føroyum. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Sostatt er fólkatalið vaksið 707 fólk ella 1,4 prosent hetta seinast árið. Orsøkin er, at hesa tíðina eru 442 fólk fleiri flutt til Føroya, enn tað flutti úr Føroyum, og samstundis eru 265 fleiri børn fødd enn tað eru fólk, sum eru deyð.
Men tað er stórur munur á, hvussu fólkatalið veksur í ymsum pørtum í landinum – og serliga er tað Suðuroyggin, sum verður afturúrsigld og ikki fær lut í vøkstrinum.
síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri trimum árum síðani, er fólkatalið vaksið mest í Havnini, men nú er fólkavøksturin í Havn avhæsaður. Áður fór Havnini við tveimum triðingum av fólkavøkstrinum, men nú er tað í miðstaðarøkinum uttanfyri Havnina, at fólkatalið veksur mest, tí nú fær Havnin bara ein triðing av fólkavøkstrinum.
Annars veksur fólkatalið mest í Vágum, har tað er vaksið 2,5 prosent hetta seinasta árið, og tað er væl yvir miðal. Í Norðurstreymoy er vøksturin eisini væl yvir miðal, tí har er hann 2,1 prosent og í Eysturoy er vøksturin 1,6 prosent. Í Norðoyggjum er fólkatalið vaksið 1,4 prosent og í Havn er tað vaksið 1,2 prosent.
Sandoyggin fylgir so dánt við, tí har hevur fólkavøksturin verið eitt prosent, men ringast stendur til í Suðuroy, sum er í eini serstøðu, tí har vaks fólkatalið bara 0,5 prosent, sum ikki er meiri enn ein triðingur av miðalvøkstrinum í landinum.
Annars vísir uppgerðin hjá Hagstovuni, at av teimum 29 kommununum í landinum, er fólkatalið minkað, ella tað stendur í stað, í fimm kommunum. Tríggjar av teimum eru í Suðuroy og hinar báðar eru í Sandoy. Í Hovi minkaði fólkatalið 10 fólk og tað er størsta minkingin yvirhøvur í landinum. Í Hvalba minkaði fólkatalið átta fólk og tað er næststørsta minkingin í landinum yvirhøvur. Annars minkaði fólkatalið tvey fólk í Fámjin og á Sandi og í Húsavík stendur tað í stað.
Annars sigur Hagstovan, at ongar ábendingar eru um at vøksturin fer at hæsa av. Nú er fólkatalið komið upp á 50.322 fólk og august, tá ið fráflytingin er er størst, tí ungdómar fara uttanlands í útbúgvingarørindum, er farin aftur um bak. Og tí væntar Hagstovan, at gongdin fer at verða tann sama hetta næsta árið.