Íløgukarmurin fyri 2003 er knappur og verkætlanirnar eru tí avmarkaðar. Hetta hevur elvt til politiska missnøgd, serliga tí at anleggsarbeiðini í vegagerð, eru skorin úr góðum 50 mio kr í 2002 til bert 6 mio kr í 2003.
Hóast eingin játtan er á fíggjarlógaruppskotinum til samferðsluhavnina í Vági, skulu, sambært anleggslógina fyri hesa verkætlan, finnast helmingurin av 38 mio kr í næstum.
Hetta hevur volt Vinnumálaráðnum og undirritaða mikið høvuðbrýggj, og hevur dentur verið lagdur á at finna loysnir, har Vágs Kommuna ikki verður við sviðið soð, samstundis sum tryggjað verður, at samferðsluhavnin á Trongisvágsfirði er liðug, tá nýggi Smyril fer í sigling ultimo 2004. Í royndunum at finna skilagóðar loysnir, har vit upp á sikt fáa meira fyri minni, hevur eisini verið arbeitt við at loysa úr lagdi tunnilsarbeiðið millum Øravík og Hov.
Nógvir møguleikar hava verið umrøddir á landsstýris- og samgongufundum, men hevur Hergeir Nielsen (HN) ikki vilja vikið frá samferðsluhavnini í Vági. Tí var samferðsluhavnin, saman við tingmanninum, vorðin forðan fyri at fordeila avmarkaðu upphæddirnar á fíggjarlógini øðrvísi.
Samgongan og andstøðan samd
Undirritaði hevur hinvegin havt ta fatan, at breið semja annars hevur verið í samgonguni fyri øðrum loysnum/fordeilingum. Eisini hevur formaðurin í vinnunevndini, sum er javnaðarumboð úr Suðuroy, og annað umboð sambandsfloksins í fíggjarnevndini, sum eisini er valdur í Suðuroy, givið tilsøgn um, at samferðsluhavnin í Vági kundi eftirmetast, so meira fæst fyri játtanina, allari Suðuroynni at frama. Eisini hevur býráðsformaðurin í Vágs Kommunu í viðtalu við undirritaða boðað frá, at skilagott er at virka fyri øðrum loysnum, Vági at gagni.
Við hesum í huga, hevur undirritaði, saman við umsitingini í Vinnumálaráðnum og Landsverkfrøðinginum, lagt stóra orku í at finna loysnir, so Suðuroyggin samlað fær optimala nyttu av avmarkaðu játtanini.
Úrslitið av hesum arbeiði var greitt hósmorgunin 5. des. Niðurstøðan var,
?at samferðsluhavnin í Vági verður slept. Vágs kommuna fær so ávísa kompensatión fyri, at anleggslógin verður strikað. Soleiðis kann kommunan gera djúphavnina til frama fyri vinnu- og menningarmøguleikarnar í sunnaru helvt av oynni.
?At hildið verður fast við gerð av samferðsluhavnini á Trongisvágsfirði,
?og at LV flytir boriútgerðina úr Gásadali til Øravíkar til várs og við eini játtan upp á 7 mio fer at bora fyrsta teinin av nýggja sambandinum millum sunnara og norðaru helvt av Suðuroynni.
Upplýsingarnar vóru sama dag bornar fíggjarnevndini. Seinni sama dag ringdi SvF og spurdi m.a. um íløgurnar Suðuroynni. Undirritaði boðaði frá, at málið ikki var búgvið til almenna umtalu, og at SvF mátti bíða.
SvF og loysnin
Gjørdist tí paff, tá HN í Degi og Viku sama kvøld tók sær heiðurin av uppskotinum til loysn fyri alla Suðuroynna. Sami maður, sum ikki vildi aðra loysn enn samferðsluhavn í Vági, og sum tí ikki hevði verið við í arbeiðinum at finna aðrar loysnir. Av somu orsøk visti hann lítið um uppskotið, sum varð latið meirlutanum í fíggjarnevndini, og sum ætlandi skuldi leggjast fyri landsstýrisumboðini dagin eftir.
At bøta um missvísandi tíðindasendingina hóskvøldið 5. des., vendi undirritaði sær til SvF dagin eftir og greiddi frá rætta samanhanginum. SvF var til dystin fús og gjørdi langa samrøðu við undirritaða, har gongdin í málinum varð lýst. Spurt varð eisini, um HN átti heiðurin av uppskotinum til loysn av íløgutrupulleikunum í Suðuroynni. Har var svarið sjálvandi - nei.
Var undirritaði ovfarin av sendingini hóskvøldið, so var tað lítið samanborið við Dag og Viku fríggjakvøldið 6. desember, har meginparturin, ið undirritaði hevði borið fram, var burtur, meðan HN varð endurspældur frá kvøldinum fyri og soldaðu viðmerkingarnar frá undirritaða vóru nýttar at prógva, at ?krøvini? frá tjóðveldisumboðnum vóru gingin á møti.
Dømi um samstarv
Haldi tað vera spell, at SvF soleiðis snarar veruleikanum. Vinnumálaráðið hevur nýtt nógva orku at finna pragmatiska loysn, allari Suðuroynni at frama - loysn, sum ikki hevði vælvild frá HN.
Ein loysn, sum hevur undirtøku bæði í samgongu og andstøðu, og tí kann metast sum úrslit av arbeiði, har allir flokkar hava verið við, og tí er dømi um samstarv tvørtur um floks- og samgongu/andstøðumørk. Hetta ikki einmansavrik, sum SvF eftir øllum at døma hevur ætlað at gera tað til - tvørturímóti.
Nú er líkt er til, at eisini HN í tólvta tíma, av fullum huga stuðlar framtíðarloysnini fyri Suðuroynna alla. Tað er positivt. Loysn, sum er komin í eygað, tí politikarar og myndugleikar hava samstarvað um møguleikarnar heldur enn at stara seg blindar í vansunum.