Suðuroyggin vann mest

SUM Smáunglingameistarastevnan í svimjing varð hildin í Vági fríggja- og leygardagin

Svimjing

 

Tað var stúgvandi fult av fólki í svimjihøllini í Vági fríggjadagin, tá SUM 2008 byrjaði. Byrjað var við skrúðgongu har allir luttakararnir við Merkinum á odda komu inn í høllina.

Síðani setti borgarstjórin í Vági Kirstin Strøm Beck stevnuna. Hon helt eina megnar talu, har hon hugleiddi um svimjing fyrr og nú, og um tað, ið hesi ungu leggja í svimjingina. Hon segði seg duga at svimja, men helt fyri, at tað var nokk mest tað, at hon dugdi at flóta, meðan framdriftin nokk ikki var so stór.

Síðani varð farið til kappingarnar, og her var tað heimaliðið, ið tók sær av flestu heiðursmerkjunum. Býtið av hesum var annars, sum víst á talvuni

 

Mynd: svimjing

 

FAKTA

Felag Gull Silvur Bronsa

SuSvim 13 9 8

Reki 8 5 2

Ægir 5 9 11

HS 5 1 4

Flot 3 5 1

FS 0 2 1

Skeggjar 0 0 2