Lions klubburin í Suðuroy fyllir 25 ár í ár og í hesum sambandi gjørdi klubburin av at hátíðarhalda dagin við at lata øllum bygdum og býum í oynni gávur.
Gávurnar fara til mentanarlig og almannagagnlig endamál og tilsamans vórðu 15 gávur fyri einar 300.000 krónum lætnar til ymisk endamál runt um í oynni.
Í hesum sambandi fekk Savnið á Mýri í Hovi 10.000 krónur at gera kjallaran fyri. Tað sama fekk Grindabáta- og Bátasavnið í Vági og bygdarhúsið í Lopra, sum skal brúka peningin til ábøtur á oljufýringina. Bygdarfelagið í Sandvík fekk eisini 10.000 krónur til at gera brúsurúm í bygdarhúsinum fyri og bygdarhúsið í Fámjin fekk somuleiðis 10.000 krónur, sum skulu brúkast til at keypa eina neyðtrappu til húsið. Og at enda fekk eisini Ruth Smith savnið í Vági 10.000 krónur.
Fornminnisfelegið í Porkeri fekk 15.000 krónur til at gera gomlu húsini í Eystrum fyri og somu upphædd fekk Dansifelagið í Sumba til at keypa útgerð fyri til at taka føroyskan dans upp.
Annars vórðu 50.000 krónur lætnar til ætlaðu lundina, ætlanin er at gera í Vági og Fornminnissavnið á Tvøroyri fekk 70.000 krónur til ábøtur á Gestastovuna, sum er elsta húsið á Tvøroyri.
Og í Hvalba vórðu 40.000 krónur lætnar til ætlaða kolasavnið í bygdini.
Hjartastartarar
Umframt hesar gávurnar, læt Lions klubburin í Suðuroy eisini fýra hjartastartarar, sum skulu hongjast upp á plássum, har vanliga nógv fólk savnast. Hesar gávurnar hava eisini kommunurnar í Hvalba, Tvøroyri og Porkeri, umframt at Suðuroyar Sparikassi, BankNordik, Lív og Trygd, eisini stuðla.
Hjartastartararnir verða hongdir upp í Roynhøllini, Ítróttarhøllini í Trongisvági, í Skúladeplinum í Suðuroy og í ítróttarhøllini í Vági.
Tað patenta við hjartastartarum av hesum slagi, er, at teir so lættir at brúka, at øll kunnu læra tað.
Men seinni í ár fer Lions í Suðuroy eisini at skipa fyri skeiði í at brúka teir.