Hovstunnilin
Suðuroy: Tað var Petur Hammer, byggimeistari á Tvøroyri, sum av sínum eintingum vendi sær til NCC at fáa teir at meta um ætlanina at byggja tunnil ímillum Øravík og Hov og sum vit hava greitt frá omanfyri.
Vit hava spurt hann, hvussu tað bar til, at hann, sum vanligur borgari, tók eitt so óvanligt stig.
Hann sigur, at tað er ongin loyna, at nógvir suðuroyingar hava havt ilt av linjuføringini, sum Landsverkfrøðingurin hevur lagt, tí hildið verður, at tunnilin liggur alt ov ovaliga.
Eftir uppskotinum hjá Landsverkfrøðinginum, fer tunnilin inn sunnanfyri Tjaldavík og kemur út aftur nakað væl uppi á Hovsegg.
Hetta uppskotið fer at føra við sær, at tað verður neyðugt at gera yvir fýra kilometrar av nýggjum vegi í sambandi við tunnilin og tað fer eisini at føra við sær, at suðuroyingar bert í avmarkaðan mun sleppa undan tí, sum ætlanin var, at tunnilin skuldi bjarga teimum undan: Tí vandamikla fjallavegnum báðu megin Hovsegg.
-Men tað, sum gjørdi endaliga útslagið, var, tá ið eg hoyrdi, at Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur gjørt av, at gera tunnil undir Leirvíksbygd í sambandi við Undirsjóvartunnilin.
-Hetta haldi eg eisini var tann rætta loysnin. Men hetta var ein loysn, sum varð góðtikin, uttan nakað hóvasták, hóast hon kostar 27 milliónir, minnist meg rætt.
Samstundis ljóðaði ímillum manna, at bý- og bygdaráðspolitikarar úr Suðuroy fingu greitt, at vita, at loysnin, sum Landsverkfrøðingurin hevur skotið upp, var einasta loysnin, sum kundi koma uppá tal til ein tunnil ímillum Øravík og Hov.
Ein nógv betri loysn
Petur Hammer sigur, at hetta kundi hann, sum suðuroyingur als ikki góðtakast, serliga tá ið hugsa verður um ónøgdina, sum hevur verið við ætlaðu linjuføringina hjá Landsverkfrøðinginum.
Hann sigur, at NCC hevur framt eitt tekniskt bragd í sambandi við Vágatunnilin og tískil setti hann seg av sínum eintingum í samband við felagið og legði málið fyri teir.
Teir hava síðani kannað málið og tað tilfar, sum, er til taks og gjørt sínar útrokningar.
- Úrslitið, sum NCC er komið til, er so mikið spennandi, at tað má avgjørt takast við í metingunum, sigur Petur Hammer.
Hann sigur, at ongin ivi er um, at linjuføringin, sum NCC hevur stungið út í kortið, er nógv betri enn tann, sum Landsverkfrøðingurin hevur valt.
Tunnilin kemur at liggja nógv lægri. Hon verður sera orkusparandi, tí nú sleppa bilar undan at sleipa seg niðan á hálva Hovsegg, samstundis sum bæði SEV og telefonverkið kunnu leggja kaðalar ígjøgnum handa, heldur enn at fara upp í fjøllini. Og so fer tað eisini at gera ætlaðu samferðsluhavnina í Trongisvági einar 15 milliónir bíligari.
Petur Hammer sigur, at hansara vón er, at suðuroyingar standa sum ein maður í hesum máli og ikki góðtaka, at landsins myngugleikar sleppa at kroysta eina loysn niðuryvir okkum, sum ikki er nøktandi.
Men framum alt vónar hann, at politikarar úr øllum flokkum standa saman og ikki gera hetta málið til eina partapolitiska kastibløku.