Suðuroyingar stovnað orkufelag

Stórur áhugi var fyri fundinum, sum varð fráboðaður at verða í skúlanum í Hvalba í dag um at stovna eitt orkufelag fyri Hvalba og Sandvík Eini 60 fólk vóru møtt upp, har var stór undirtøka fyri at stovna felagið og góð 40 húski hava longu teknað seg sum lim í felagnum.

Tað eru fyrireikararnir væl nøgdir við, eftir sum felagið akkurát er komið í eyga.

Fyrireikararnir eru eisini væl nøgdir við, at fleiri kommunustýrislimir vóru møttir, tí tað skerst ikki burtur, at kommunan kemur at hava ein ávísan leiklut í felagnum.

Endamálið við felagnum er at veita teimum báðum norðastu bygdunum í Suðuroy, Hvalba og Sandvík burðardygga orku

Poul Laust Christiansen, sum er høvuðsstigtakari, sigur, at ætlanin við felagnum er at seta eina stóra vindmyllu upp á fjallinum ímillum Hvalba og Sandvík, sum skal gera nóg mikið av orku til at hita húsini í Hvalba og Sandvík.

- Tað vanliga higartil hevur verið, at hvørt hús sær hevur fingið sær sína vindmyllu í túnið.

Men fyrireikararnir ivast ikki í, at tað er ein nógv bíligari og betri loysn at keypa eina felags vindmyllu.

Og tá ið kaðal kortini skal gravast í hvørt hús er meiningin at fáa tvey fyri eitt við at grava fipurkaðal í hvørt hús samstundis, sum bæði kann geva internet við eini ferð upp á 100 mb, sum er fleiri ferðir so skjótt, sum tað er nú. Fipurkaðalin gevur eisini góåar møguleikar fyri felags sjónvarpsantennu við sjónvarpið í nógv betri dygd, enn tey flestu eru von við í dag

Í fyrstu nevndini í orkufelagnum sita Poul Laust Christiansen, Rúni Thomsen, Katrin Joensen, Ingibjørg Vestergaard. øll úr Hvalba, Jón Næs og John Næs Berg úr Nesi í Hvalba og Trúgvi Thomsen úr Sandvík.

Nevndin skipar seg sjálv