Abbi hennara doyði ungur. Hann æt Óli vestan Tún og var við Eggistoftabátinum, einum tíggjumannafari, sum síðst í mai 1835 fór úr einahandlinum í Tinganesi til Hvalbiar. Eingin maður kom afturíaftur.
Farleiðin til Suðuroyar er av sonnur ein vandaleið.
Tað er hon framvegis. Nú hava vit stór og góð skip, og vandin er minni enn hann var í 1835, men sjálvt í dag hoyra vit um at skip søkka og at mannskaði stendst av. Vandum sleppa vit ikki undan hvussu vit so enn bera okkum at.
Tann tøkniliga gongdin, sum hevur gjørt at vit ikki longur mugu manna róðrarbátar fyri at koma um Suðuroyarfjørð, hevur eisini havt annað við sær. Nú hava vit fingið vegir millum bygdir. Tað eru minni enn hundrað ár síðani fyrsti vegurin millum bygdir var gjørdur. Síðani hava vit fingið betri vegir og á teimum koyra nú bilar. Harvið hava vit fingið møguleika fyri at ferðast skjótt.
Eitt vandamál er tó at vit í Føroyum hava nógvar oyggjar, og tað er ringt at fáa bilar um firðir og sund.
Ymsar loysnir hava verið royndar.
Aðrastaðni vórðu brýr gjørdar. Kundu vit ikki tað? Eina slíka hava vit fingið, og tað er hon um Streymin. Hetta er ein sera vøkur brúgv, eitt prýði fyri landslagið, og um hana eru komnir nógvir bilar tey árini, hon hevur verið, og kann hon gera nógva nyttu í mong ár afturat. Men høvdu vit í staðin fyri dýpt Streymin, so kundu størri skip siglt ígjøgnum har uttan at hugsa um hvørt mastrarnar bóru við!
Ein onnur loysn var at gera byrgingar millum oyggjarnar. Hetta fingu vit til Viðoynna og Kunoynna. Hervið fingu vit góðar havnir við hesar byrgingar, men ringt er at nýta hesa loysn aðrastaðni.
Við hesari brúgv og hesum byrgingum fingu vit veganet við fleiri bygdum uppií, og serliga í Streymoynni og Eysturoynni sóu vit, hvussu gagnligt tað var. Nú bar til at búgva í einum plássi og arbeiða í einum øðrum. Stór virki kundu setast upp, hvar tað skuldi vera, og fólk í øllum bygdum kundu arbeiða í teimum.
Tørvurin á at fáa aðrar oyggjar upp í veganetið og harvið vaksa um fyrimunirnar fyri okkum øll gjørdist tí støðugt størri. Men tað sá svart út við at gera aðrar brúgvar og byrgingar.
So í 1983 fingu norðmenn ein undirsjóvartunnil til bilferðslu út til Vardø. Har høvdu teir havt ferjusigling, men ofta vóru eingi líkindi. Teir høvdu einaferð roynt at gera eina brúgv, men tá nakað var komið ávegis, brast einn ódn á, og tá hon hæsasaði av, lá alt í skeljasori. Teir mistu tí mótið, og mestsum upp á tross fóru teir undir at gera ein undirsjóvartunnil. Einaferð meðan hetta arbeiði fór fram, hoyrdi eg eina sending í norska kringvarpinum frá hesum arbeiðsplássi. Har var nógv at hoyra um lekar, og tað sum lak, var sjógvur. Tað ljóðaði ikki gott. Men teir hildu á, og tá koyrandi var, vísti tað seg at vera ein skilagóð íløga. Ferjusiglingin hevði verið dýr, bæði í skipum og manning. Nú kundu teir klára seg við einari hálvari ársløn til viðlíkahald. Einki gjald varð tikið fyri at koyra ígjøgnum, so har vóru heldur ongar útreiðslur til uppkrevjing og fyrisiting.
Spurningurin var so, um hetta bar til í Føroyum. Hetta kundu bert royndir vísa. Mangar vanlukkur eru hendar undir tunnilsbyggingum. Nøkunlunda samstundis sum norðmenn gjørdu tunnilin til Varðoynna, gjørdu japanar ein tunnil til sína norðastu oyggj, tann sonevndu Sei-Kan tunnilin. Teir fóru undir arbeiði í 1974 og roknaðu við at tað fór at vera koyrandi teir 54 kilometrarnar við tokum í 1979. Men knappliga fossaði sjógvur inn, hundraðtals arbeiðsmenn doyðu, og fyrstu tokini komu ikki ígjøgnum fyrr enn í 1988! Kostnaðurin gjørdist sjálvandi fleirfaldur.
Tað er greitt, at farast skal fram við skili og skynsemi í slíkum stórmálum. Verkfrøðingar hava eisini lært ein hóp av teimum mistøkum, sum gjørd eru. Nú bora teir long hol framman fyri har tunnilsarbeiði fer fram, so tað ber til at síggja, hvussu tilfarið er og hvussu nógv tað lekur, og teir hava eisini lært at tetta lekarnar áðrenn sprongt verður. Hetta ger sjálvsagt íløguna størri, men tættari verður, bíligari gerst raksturin, tí tað kostar at pumpa vatn langt upp.
Eitt annað, teir hava lært, er at tað er sera umráðandi at undirsjóvartunlar eru so stuttir sum møguligt. Teir eru dýrari at gera enn aðrir tunlar, og kosta meir at reka fyri hvønn metur.
Hetta hevur stórar avleiðingar fyri Suðurtunlar okkara.
Vit gerast í alt størri mun eitt samfelag, har bilurin verður nýttur meir og meir til at flyta fólk og fæ. Teir partar av landinum, sum eru uttan fyri tað stóra vegakervið, sum 80% av landinum er knýtt saman í nú vit hava fingið bæði Vesturtunnil og Norðurtunnil, kunnu tí ikki standa seg í kappingini um at útvega arbeiðspláss, og gerast tí í størri og størri mun eftirbátar.
Tað er dýrt fyri samfelag okkara ikki at fáa fult gagn av teimum møguleikum, sum liggja í tí fimtingi av tjóð okkara, sum býr í Suðuroyggjunum. Hesar oyggjar eru fagrar, og har eru stórir møguleikar fyri at hava virksemi, sum kundi gjørt land okkara til eitt kappingarført samfelag.
Sum er hava vit samferðslu við skipum og tyrlu til hesar oyggjar. Her eru stór framstig hend síðstu árini, men samanborið við tað sum hent er norðanfjørðs er tað sum dagur og nátt. Ein maður í Gásadali, sum fær fundarboð at koma til Viðareiðis, kann vera har tveir tímar seinni! Men sumbingurin má aloftast siga: Nei, eg kann ikki koma fyrr enn í morgin, tí ikki er koyrandi!
Løgtingið samtykti í fjør, at vit skulu hava Suðurtunlarnar. Hetta var ein sera skilagóð samtykt, og einki er at ivast í, at áðrenn langt um líður fer tað at vera koyrandi til hesar oyggar.
Spurningurin nú er bara, nær tað er skilagott at fáa hesa verkætlan í lag.
Tá stórar verkætlanir skulu gerast er mannagongdin vanliga:
Hugskotskapping
Projektering
Útbjóðing.
Tað mest umráðandi er fyrst at fáa allar møguleikar lagdar á borðið, og tað gerst best við at skriva út eina altjóða hugskotskapping við so stórum virðislønum, at gløggastu arkitektar í heiminum fara at halda tað vera áhugavert at taka lut og finna fram til hvør besta loysn er í hesum máli. Lítið man vera at ivast í at tað verður onkur føroyingur sum vinnur 1. virðisløn, men skuldi tað løgna hent , at ein útlendingur leggur nakað fram, sum er enn betri, so kunnu vit fegnast um at hava fingið ta bestu møguligu loysnina.
At projektera er eitt handverk, og tað skal sjálvandi gerast so skjótt, væl og bíligt sum yvirhøvur møguligt. Hetta er ein natúrlig uppgáva fyri okkara landsverk.
Tað kann heldur ikki útilokast, at tað eisini hevði verið skilagott at landsverk gjørdi arbeiðið, og at verkætlanin yvirhøvur ikki varð boðin út. Vit hava sera nógv dugnalig fólk, sum kunnu gera slík arbeiði, og tað er einki at ivast í, at tey høvdu kunnað gjørt hetta minst líka so bíligt sum nakar annar.
Hvussu kundi ein tíðarætlan verið?
Vanliga verður roknað við, at eitt alment arbeiði tekur fimm ár at gera. Eitt ár til hugskotskapping, eitt ár til projektering og útbjóðing, og trý ár til sjálvt arbeiði.
Høvdu vit farið undir hugskotskappingina tá løgtingssamtyktin varð gjørd í 2007, høvdu vit sambært hesum í 2012 kunnað koyrt til Suðuroyar.
Heilt ber ikki til at líta á hesa høvuðsreglu. Í hesum føri er vansin tann, at Suðuroyarfjørður er so breiður, at tað kemur at standa á at fáa hendan part av verkætlanini lidnan eftir trimum árum. Men fimm ár er helst í longra lagi, og so kunnu vit siga 2014.
Men nær er rætta løtan fíggarliga til at gera hesa íløgu?
Hugskotskapping og projektering kosta lítið, og her er eingin orsøk til drál. Eftir stendur at gera arbeiði, og til tað krevst manning og tól, sum kosta meir.
Vanliga verður sagt, at rætta løtan at fara undir slíkar stórar almennar útreiðslur er tá ið tíðirnar eru ringar. Tá kunnu slíkar stórar íløgur gera, at fólk, sum annars høvdu verið arbeiðsleys, kunnu fáa inntøkur, sum geva teimum møguleika fyri at yvirliva til betri tíðir koma. Eisini er tað bíligari at gera slíkt meðan ringar tíðir eru.
Tað er tí umráðandi hjá einum samfelag at hava nakrar stórar íløgur liggjandi liðugt projekteraðar, so tær kunnu setast í verk so títt og knapt tíðirnar versna.
Hin vegin eru tað verkætlanir, sum eru so umráðandi at fáa gjørdar, at tað ikki ber til at bíða við teimum til ringar tíðir koma. Hetta eru tær, sum geva eitt stórt økonomiskt avkast.
Tað er einki at ivast í, at Suðurtunlarnir eru av tí seinna slagnum. Verandi samferðsluskipan er so dýr og vánalig, at neyvan nøkur íløga loysir seg betri at gera fyri okkara samfelag. Um tað harafturat verður so heppið, at tíðirnar av tilvild samstundis versna, er tá bert at fegnast um.
Sjálv fíggingin kann eitt nú fáast við obligatiónum. Einki er at ivast í, at tey sum eiga jørð og fasta ogn í Suðuroyggjunum høvdu verið sera hugaði at givið sítt íkast til hesa verkætlan, tí virðið av ognunum í hesum partinum av Føroyum veksur so nógv av tí at oyggjarnar verða bundnar saman við meginøkið, at tað hevði svarað til ein munandi part av kostaðinum.