Staðfest er nú endaliga, at Subaru EyeSight bjargar mannalívum, tað vísir ein stór japansk kanning.
Førara assistentskipanin EyeSight hjá Subaru minkar um vandan fyri skaðatilburðum við næstan tveimum triðingum, tað vísa kanningar hjá felagsskapinum Traffic Accident Research í Japan. Kanningin er bygd á gransking av 300.000 Subaru bilum frá 2010 til 2014. Av hesum vóru 246.000 útgjørdir við EyeSight.
Eisini vísir kanningin, at stórur munur er á, hvussu ofta bilarnir við EyeSight eru íblandaðir ferðsluvanlukkur. Minkingin av skaðatilburðum snýr seg um yvir 60 prosent. Vandin fyri at bilurin verður ákoyrdur aftanífrá minkar við upp til 84 prosent og vandin fyri at koyra á fótgangarar er hálveraður.
EyeSight heldur frástøðu til bilin framman fyri við automatiskari neyðbremsuskipan, sum automatiskt bremsar fyri fótgangarum ella øðrum bilum eins og vognbana assistenti, sum sigur frá um bilførarin er við at skifta koyribreyt uttan at blinka.
Allir Subaru við EyeSight hava eisini móttikið hægsta karakter frá EuroNCAP.