Í dag á seinasta framløgudegi í Løgtinginum, verða fleiri mál løgd fyri Løgtingið. Hvussu nógv er ikki greitt, men í fjør vórðu 41 mál løgd fram á síðsta framløgudagin.
Men eitt av málinum, sum kemur úr landsstýrinum, er málið um Suðuroyartunnlin.
Talan er um »lógaruppskotið at fyrireika og prosjektera Suðuroyartunnil«.
Tá sæst, hvørja linjuføring talan fer at vera um. Um tunnilin kemur upp í Skúvoy eisini, og um, hvussu vegaføringingin verður í Sandoynni.
Tingfundurin verður í dag klokkan 15:30.