Tað er gott lag í góðveðrinum á jóansøku í Vági. Størsti róðurin í dag er tann millum 6-mannaførini við monnum, og hann vunnu suðuroyingar, sum í ár manna Hvessing, ið teir hava lænt í Sundalagnum.
Sí myndir frá jóansøkuróðrinum við at trýsta HER
Níggju bátar luttóku og Smyril úr Vági var gestablíður, tá ið hann endaði á 9. plássi og harvið fylgdi øllum hinum til dørs.
Suðuroyingar tóku sær eisini av fremsta plássinum. Tað gjørdu teir umborð á Hvessingi, sum nakrar av teimum, sum í fjør róðu í 10-mannafarinum nú manna.
Í startspurtinum blandaði eitt nú Rádni úr Fuglafirði seg uppí, men sum tað leið, so vóru tað Hvessingur, Páll Fangi, Jarnbardur og Tvørabáturin, sum myndaðu róðurin.
Drúgvastur var Hvessingur, sum støðugt økti um leiðsluna og eina løtu var leysur av hinum. Á málinum var eingin ivi um, at tað hesa ferð vóru suðuroyingarnir, sum vóru fremstir, og at klaksvíkingar, sum vunnu seinast, vóru næstfremstir.
1 | Hvessingur | 04:54.22 | ||
2 | Páll Fangi | 04:57.01 | ||
3 | Jarnbardur | 04:58.03 | ||
4 | Tvørabáturin | 04:59.08 | ||
5 | Rádni | 04:59.18 | ||
6 | Sølmundur | 05:00.14 | ||
7 | Lómur | 05:01.14 | ||
8 | Gongurólvur | 05:03.17 | ||
9 | Smyril | 05:06.19 |
1 | Hvessingur | 25 | ||
2 | Jarnbardur | 23 | ||
3 | Sølmundur | 17 | ||
4 | Páll Fangi | 13 | ||
5 | Tvørabáturin | 10 | ||
6 | Rádni | 10 | ||
7 | Gongurólvur | 7 | ||
8 | Lómur | 5 | ||
9 | Smyril | 2 |