Súlta fosturtøkumálið fyri at fella tað

Í eini vón um, at Djóni Nolsøe Joensen fer at atkvøða í móti, sultar meirilutin í mentanarnevndini málið um fría fosturtøku

Tað eru tey fýra, Hervør Pálsdóttir, Ingilín Didriksen Strøm, Eyðdis Hartmann Niclasen og Karlot Hergerisson, sum hava lagt málið um fría fosturtøku fyri Løgtingið

Snildir verða brúktar í viðgerðini av uppskotinum um fría fosturtøku, sum fýra tingfólk hava lagt fyri tingið. Málið fall í 2023, tá Bjarni Kárason Petersen sum landsstýrisaður legði tað fram. Tá fekk uppskotið 15 atkvøður fyri og 15 atkvøður ímóti. Millum annað atkvøddu tvey tingfólk frá Framsókn og tveir tingmenn hjá Javnaðarflokkinum ímóti.

Nú er tað aftur komið í Løgtingið. Beinleiðis orsøkin var helst, at Sólvit Nolsø fór úr politikki, og Árni M. Dam tók sæti fyri hann. Árni M. Dam er fyri uppskotinum, sum Sólvit Nolsø var ímóti.

Um alt anna er líka, so hevði støðan fyri øðrvísi.

Men nú er aftur broyting í tingmanningunum hjá samgonguflokkunum, tí at tvey landsstýrisfólk, sum eisini eru vald á ting, skulu frá og aftur í Løgtingið 1. desember.

Málið um fría fosturtøku hevur havt drúgva viðgerð. Rættarnevndin fekk longda freist, sum gekk út 7. november. Men enn eru undirskriftirnar ikki komnar á álitið. Og tað er ein spurningurin um at draga málið út – ella at súlta tað.

Tað segði Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum, sum er limur í Rættarnevndini, við útvarpið í kvøld. Hann heldur, at tá tey, sum hava lagt uppskotið fram, nýta slíkan taktikk – tá útskifting er í tingmanning, so kunnu tey eisini gera tað. Tí Djóni Nolsøe Joensen hevur áður sagt við Sosialin, at hann er ímóti uppskotinum. 

Nú vónar Helgi Abrahamsen og hini í rættarnevndini, sum eru ímóti uppskotinum, at Djóni Nolsøe Joensen kemur á ting, áðrenn uppskotið kemur til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum.

Og tað kemur hann. Djóni Nolsøe Joensen váttar fyri in.fo, at hann tekur sæti í Løgtinginum aftur tá hann fer frá sum landsstýrismaður 1. desember. Men hann fæst ikki at siga, hvussu hann fer at atkvøða í málinum.

Um vikuætlanin hjá løgtingsforkvinnuni skal haldast, so kann málið ikki avgreiðast fyri 1. desember.

Tí er ein ávísur vandi fyri, at málið um fría fosturtøku kann fella enn einaferð. 

Og sambært veljarakanningunum, so verður eingin møguleiki fyri at fáa slíkt uppskot samtykt í tí løgtingi, sum tekur við eftir næsta løgtingsal.

 

 

Tað eru tey fýra, Hervør Pálsdóttir, Ingilín Didriksen Strøm, Eyðdis Hartmann Niclasen og Karlot Hergerisson, sum hava lagt málið um fría fosturtøku fyri Løgtingið