Í hesum døgum sóknast Mykinesfólk eftir fólki til at rudda røkurnar, har súlurnar halda til. Í minsta lagi 25 mans skulu til, um ruddingin skal verða av nøkrum. Gamla súluskipanin er 24 mans.
? Røkurnar vórðu fyri fyrstu ferð í mínari tíð ruddaðar fyri tveimum árum síðani. Nógv grót, evja og annað órudd liggur í rókunum. Omanlop hevur verið og súlurnar brúka trol, net og annað til at byggja reiður. Nógv evja liggur millum reiðrini. Endamálið við ruddingini er at gera umstøðurnar betri bæði hjá súluni og bjargafólki. Liggur órudd og grót í rókunum er vandi fyri, at fólk fær grót oman yvir seg, sigur Oskar Joensen úr Mykinesi, sum er ein av stigtakarunum.
Er tað ikki vandamikið at fara niður í røkurnar?
? Alt bjargaarbeiði er vandamikið. Tað verða bara bjargafólk, sum sleppa at síga niður í røkurnar. Síðstu ferð vóru eini 8-10 mans til tað arbeiðið. Men sjálvandi skulu teir ungu eisini lærast upp; teir sleppa at byrja við eini rók, sum er hampulig at vera á. Eg trúgvi ikki, at tað er vandameiri at síga í rókunum enn tað er í ferðsluni. Í mínari tíð eru tveir mans farnir fyri bakka og tað er ikki nógv, tá ið vit hugsa um, hvussu nógvir eru uppi í slíkum arbeiði, sigur Oskar Joensen.
Fáment
Bara fýra fólk eru í Mykinesi. Bóndirnir búgva aðra staðni og tá ið arbeiði skulu gerast, sum krevja fleiri fólk, mugu fólk koma aðra staðni frá.
? Tað vísir seg ikki at vera nakar trupulleikar at fáa fólk í oynna, tá ið farið verður eftir súlu ella at gera annað arbeiði. Tá koma fólk, sum hava tilknýti til oynna og onnur áhugað, sigur Oskar Joensen.
Súlan kemur í Mykineshólm á Pálsmessu, 25. januar ? sama dag, sum lomvigin kemur undir land. Stovnurin er væl fyri. Fuglateljingin, sum var fyri 3-4 árum síðani vísti, at stovnurin er í stórari framgongd í Norður Atlantshavi, men at menningin er knapt so stór í Føroyum.
? Tað kemst helst av, at tað ikki er nóg mikið av plássi at reiðrast í og tað er millum annað tað ruddingin skal bøta um, sigur Oskar Joensen.
Farið verður eftir súlu um mánaðarskiftið august-september. Í fjør varð ikki farið, tí veðrið var ov vánaligt. Síðstu árini hava teir fingið millum 4-600 súlur.
? Tað er lítið afturímóti fyrr. Í einari rók har vit áður fingu um 300, fingu vit bara 100 seinast. Men tað er nóg mikið til. Trupulleikin er at tað er lopið fleiri staðni, tí søkir súlan ikki longur har og eisini tí, at tað er so trupult hjá bjargamonnum at ganga har. Ætlanin er ruddingardagin at bøta um umstøðurnar hjá súlini í Oyðirókini. Súla situr í teirri rókini, men sleppur ikki at verpa har, tí har er so nógvur eyrur, sigur Oskar Joensen.
Ruddingin verður leygardagin 18. apríl, men neyðugt verður hjá monnunum at koma út fríggjadagin og teir sleppa ikki heimaftur fyrr enn sunnudagin seinnapartin. Skipað verður fyri einum lítlum borðhaldi um kvøldið. Áhugaðir kunnu boða frá luttøku við at ringja til Oskar.