- Vit høvdu gingið í fimm dagar í skóginum við nærum ongum mati og svøvni. Eg fekk ein trupulleika við rygginum, og segði sum var við hinar, at eg megnaði ikki at fullføra hetta. Kuldin gjørdi, at pínan darvaði ryggin og beinini.
Soleiðis greiðir Pauli Sømark frá løtuni, tá hann var um at geva skarin yvir og fara heim, tá hann fyrr í ár vandi til at gerast kongaligur lívverji.
Vinmenninir eggjaðu honum tó at halda á, og søgdu, at tað ikki var so langt eftir. At málið var tætt við.
- Tað passaði bara ikki. Vit vóru langt frá málinum, og at enda gav eg upp, og bleiv koyrdur aftur á støðina. Har bíðaði eg eftir boðunum um, at eg bleiv blakaður heim, minnist Pauli Sømark aftur á.
Boðini um, at hann varð koyrdur heim komu tó aldrin. Í staðin kom ein kvinnuligur kapteynur, og virkaði sum eitt slag av verndareingli.
- Hon kom og fortaldi mær, at eg slapp ikki at gevast. At eg sum føroyingur ikki bara kundi gevast. Hon gav mær sjálvsálitið aftur, meðan hon koyrdi meg út aftur í skógin, og eg megnaði at ganga allan teinin,
greiðir Pauli Sømark frá.
Pauli Sømark dylur ikki fyri, at hann er hesi kvinnu takksamur í dag, tí uttan hana, so hevði hann lagnan verið ein heilt onnur.
- Tað vísti bara tað, at hóast tey koyrdu nógv á okkum, so gjørdu tey alt fyri, at vit skuldu klára tað. Tað er henni at takka, at eg kláraði tað, sigur Pauli Sømark.
Til ber at lesa eina longri grein um tíðina hjá Paula Sømark í kongaligu lívverjuni og hvussu ein kontaktlýsing var byrjanin til endan á hansara tíð í herinum.