Jørgen Lauritsen gleðir seg at sleppa at hoyra Frændur og Føroya Symfoniorkestur. Hann hevur sett tónleikin út fyri orkestur og verður til staðar undir konsertunum.
Hann metir menninar í Frændum sum góðar tónleikarar og fyrikomandi fólk.
Jørgen Lauritsen tók kirkjumusikkalska útbúgving á Det Kgl. Danske Musikkonservatorium í 1990. Í 1992 tók hann pianistprógv á Rútmiska Konservatoriinum, tí hann fegin vildi arbeiða meira við rútmiska tónleikinum, og á sama stað tók hann í 1999 komponistútbúgving.
Í 1991-92 las hann í New York hjá m.ø. Ron Carter, Barry Harris, Kenny Kirkland, Harold Danko og styttri skeið hjá John Williams, ið hevur arbeitt við Steven Spielberg, og hjá Yaron Gershowsky, Manhattan Transfer.
Jørgen Lauritsen hevur arbeitt við eini rúgvu av donskum tónleikarum. Nevnast kunnu Sanne Salomonsen, Hanne Boel, Chris Minh Doky, Allan Mortensen, Sebastian og svenski Tommy Korberg. Lauritsen hevur arbeitt við nógvum støri og smærri orkestrum í Danmark og hevur í ár arbeitt við Trold Kan Tæmmes á Gladsaxe Teater og ummælini vóru góð. Hann hevur arbeitt í sjónvarpi og filmi og í 1996 fekk hann legat frá Dansk Kapelmesterforening. Hann er limur í komponistbólkinum "Den 3. vej".
Norðurlendskt
Jørgen Lauritsen heldur seg í tónleikinum hjá Frændum kenna norðurlendskar tónar, bleytir formar, sum hann setur í samband við fjøllini. Hann heldur seg eisini síggja aftur skandinaviskan kirkjutónleik, umframt at tað hoyrist, at Frændur hava lurtað eftir tí, ið er frammi nú.
Hann er spentur uppá konsertirnar, tí hann hevur hoyrt Frændur venja og heldur teir vera góðar tónleikarar, umframt fyrikomandi menn.
Hetta er eisini tað, ið Jørgen Lauritsen hevur fingið burturúr fyrstu ferð síni í Føroyum. Hetta, at fólkini eru fitt og fyrikomandi.
- Fólk eru smá í mun til umstøðurnar. Náttúran setur dagskránna. Hetta ger fólk meira jarðbundin og tað minnir meg um familju mína á Fyn, sigur Jørgen Lauritsen, sum nú býr í Keypmannahavn.
Hetta, at øll hjálpa øllum, sigur hann seg sakna í stórbýnum, har hvør passar sítt og heldur seg á sínum lítla frímerki.
Hóast hetta er fyrsta ferðin hjá honum í Føroyum, so kennir hann eitt sindur til landið. Hann hevur lisið William Heinesen og sæð list eftir Svend Havsten Mikkelsen. Hann sigur seg kenna seg væl móttiknan í Føroyum og at hann er sera spentur uppá konsertirnar um vikuskiftið.
Konsertir, har vit sambært Jørgen Lauritsen hoyra tónar, ið hava fjallanna bleytu formar og har norðurlendski tónin valdar.