Sum heild eri eg samdur – men hendan støðan er nakað heilt serligt. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Fyrr í dag greiddu vit frá, at løgfrøðingar í Føroya Búskapar- og løgfrøðingafelag undrast á koronu-politikkin hjá landsstýrinum.
Tey halda at tað er hugsandi, at koronu-politikkurn hjá landsstýrinum fer at máa støðið undir okkara rættarsamfelag. Serliga undrast felagið á, at hvørki politikarar, ella almenningurin, ikki hava gjørt meiri vart við seg í samband við, at Løgtingið mest sum er krøkt av í sambandið við tey tiltøk, sum eru sett í verk ímóti koronu.
Landsstýrið vil ikki lóggeva á økinum, hóast semja eisini er um, at verða tiltøk ikki sett í verk, kannstøðan verða so hættislig, at tað fær stórar heilsuligar, búskaparligar og samfelagsligar avleiðingar.
– Kortini vil landsstýrið einans gera tilmæli, sum vit øll skulu fylgja. Men eitt rættarsamfelag er eyðkent við at verða stýrt av lóggávu, sum tey fólkdavaldu umboðini hava samtykt. Í einum rættarsamfelag eru øll javntsett fyri lógini og avgerðir skerja rættindini hjá tí einstaka, skulu vera heimilað í lóggávu.
Tí kann man ivast í, um landsstýrið við vilja, ella ótilvitað, villleiðir fólk, heldur BLF.
Les meiri um tað her: Trýst HER og les sjónarmiðini hjá løgfrøðingunu í fullum líki
Løgmaður sigur, at sum heild er hann samdur í, at við lóg skal land byggjast, sum tað eitur. Tað er grundreglan í okkara rættarsamfelagi.
Men hann ásannar, samstundis, at hetta er ein heilt serlig støða, vit eru í. Harafturat heldur hann, at landsstýrið hevur havt fólkið við men har koronupolitikkurin hevur verið stýrdur við lógum, er tað ikki hepnast so væl. Tað er ikki lætt at lóggeva ímóti, at vit skulu halda frástøðu upp á tveir metrar, og at fólk ikki skulu klemmast, sigur løgmaður.
Men verður korona ein varandi, er støðan ein onnur, leggur hann afturat.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá, hvat hann heldur um atfinningarnar frá løgfrøðingunum.