Sum onkur lesur bíbliuna

Í farnu viku skrivaðu vit, at tað bar illa til hjá Kring­varp­i­num at viðgera fíggj­ar­ligu trup­ul­leik­ar­nar hjá Dimma­lætt­ing. Hetta tí tíð­inda­leið­ar­in – sam­bært egnari út­søgn – var ov væl við leiðsl­u­na á Dimmalætting.

Í morgun førdi vin­skap­ur­in til, at dimmustjórin slapp at reypa fyri opnari mikr­o­fon um, hvussu dugn­a­­lig starvs­fólkini á blaðnum eru, nú tey fingu serstaka heið­urs­løn leygarkvøldið.
Her nam tíðindaleiðarin eisini við fíggjarligu trup­ul­leik­ar­nar, sum Dimma­lætt­ing hevur havt, men har var okkurt komið heilt skeivt í hálsin hjá henni. Henn­ara niðurstøða var í øll­um før­um, at ein orsøk til trupul­leik­ar­nar var stríðið, sum Dimma­lætting hevur havt við Prent­mið­støðina.

Fyrst er at siga, at Prent­mið­støð­in varð stovn­að sum fel­ags barn hjá Dimmu og Sos­i­al­i­num. Tá fíggj­ar­grund­ar­lag­ið und­­ir Dimma­­lætt­ing mátti um­­skipast, misti Dimma­lætt­ing sín ogn­ar­part, men hetta merkir altso ikki, at Prent­mið­støð­in nú skuldi prenta blaðið ó­keypis. Vit ganga út frá, at Dimm­a­lætting sjálvandi má gjalda fyri sítt prent, eins og ein og hvør annar kundi hjá Prentmiðstøðini. Stjór­in á Prent­mið­støð­ini hevur áður ført fram, at tá Dimma ikki vildi ganga und­ir hesar treytir. Ja, so vildi Prent­mið­­støð­in heldur ikki prent­a blaðið. So tað er at snar­að tingunum 180 stig, tá Liljan Weihe sigur Prent­mið­støðina vera orsøk til sperdu fíggjarstøðuna hjá Dimmu.

Men her av síðu 2 ynskja vit øllum heiðr­aðu fjøl­miðl­a­fólk­u­num hjartaliga til lukku!