Sum renning á 100 metrum til níggju startir

10?mannafør:

Kjølur varð kolldømdur, og munurin á trimum teimum fremstu var so lítil, sum tað sjáldan kemur fyri

4.26.05, 4.26.13 og 4.26.24. Tíðirnar hjá trimum teimum fremstu 10?mannaførunum boða frá, at tað var sera, sera tætt, tá størstu kappróðrarbátarnir leygardagin komu skúmandi á mál í Vági.

Nólsoyingar vóru enn eina ferð teir treiskastu og drúgvastu, men kappingin frá havnarmonnum og vestmenningum var so mikið stór, at púrt einki er avgjørt, áðrenn bátarnir tørna saman aftur komandi leygardag.

Tað plagar at verða sagt um Vestmenningin, at hann ofast er seinur í startinum. Tað plagar at verða sagt um Havnarbátin, at hann er skjótur í startinum. Í Vági var tað Vestmenningurin, sum startaði væl, meðan Havnarbáturin tóktist tungur á fyrstu tøkunum.

Nólsoyingurin hevði leingi ilt við at fáa fatur á Vestmenninginum, sum tóktist vera sera sannførandi. Men í endaspurtinum á stutta róðrarteininum gekk, sum tað gjørdi á Skálafjørðinum. Nólsoyingurin var enn eina ferð drúgvastur, og eisini havnarmenn bastu vestmenningunum.

Eysturoyingur noyddist hesa ferð at finna seg í at vera í stórari kapping um fimta plássið. Tað eydnaðist FM vinnaranum í 1998 og í 1999 at halda báðar bátarnar í Suðuroy aftanfyri seg, men róðurin staðfesti, at í ár fer tað at vera ógvuliga trupult hjá Eystyuroyinginum at vinna nakran róður.

Tíðirnar omanfyri vísa, at talan var um tætta kapping. Men munurin var ikki so lítil, sum tíðirnar kundu boða frá, at hann var. Tíðirnar kundu boða frá, at talan var um kapping á eitt hundrað metrum. Men tað skal við í myndina, at síðsta talið skal faldast við fýra. Hetta er kanska ilt at skilja hjá fleiri, men veruleikin er altso, at um tíðirnar høvdu verið vístar í hundrað pørtum, so høvdu tær ávikavíst verið 4.2620, 4.26.52 og 4.26.96. Ikki serliga stórur munur, men kortini størri, enn hann í fyrstu atløgu tykist vera.

Hetta er kortini fyri einki at rokna móti tí, sum hann var, tá teir í vetrarolympisku leikunum í Calgary í USA í 1980 akaðu 15 kilometrar á skíum. Tá kom sviin Thomas Wasberg á mál bara 0,01 sekund frammanfyri ein, sum var byrjaður nakað undan honum og tiskil var komin á mál, áðrenn sviin kom á mál. Tá helt sviin fyri, at hann áti at latið gullkrónuna klúgva í tvey, og at tað ikki var rætt at brúka so smáar tíðareindir, tá talan var um kapping á so longum teini!


Kolldømdur

Kjølur úr Kollafirði var í Vági fyri at luttaka í kappingini millum 10?mannafør. Men Kjølur var ikki við í kappingini. Hann var kolldømdur, áðrenn startin. Orsøkin var tann, at teir ? uttan at teir høvdu gáað eftir, hvat reglarnir siga um hetta ? tóku fimm av manningini 6?mannafarinum Kolfirðingi umborð. Reglarnir siga, at tað er ikki loyvt at rluttaka í fleiri kappingum. Um serligar umstøður gera, at taðå er neyðugt at fáa ein nýggjan mann umborð, so skal søkjast um hetta.

Undan róðrinum skal luttøkuseðil við nøvnunum á manningini latast inn. Hetta høvdu teir á Kjøli heldur ikki gjørt, er okkum upplýst.

At Kjølur varð kolldømdur beinanvegin og tiskil ikki luttók í róðrinum í Vági ger, at teir hava loyvi at vera við í kappingini á Kollafirði komandi leygardag. Vit hava skilt, at nú eru manningarligu viðurskiftini komin í rættlag, og at Kjølur fer at rógva í heimasjógvi.


jh børn Spíran (útibarnagarðurin)

42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.

Tilsamans er hetta 128 børn.

Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.

Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.

Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.

Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.

Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.

Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.

Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.

Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.

Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.

Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.

Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.

Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.