Skansapakkhúsið í Tinganesi var á tremur við fólki seinnapartin, tá móttøka var í sambandi við stjórnarskiftið.
Á móttøku klokkan 16 í dag handaði Kaj Leo Holm Johannesen, fráfarandi løgmaður, Akseli V. Johannsen, løgmanni, lyklarnar til Løgmansskrivstovuna í Tinganesi.
Og undir móttøkuni handaði nýggi løgmaður eisini teimum sjey landsstýrisfólkunum skjalið uppá, at tey nú eru landsstýrisfólk.
Høgni Hoydal er landsstýrismaður í Fiskivinnumálum og varaløgmaður
Kristina Háfoss er landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í heilsumálum
Rigmor Dam er landsstýriskvinna í mentamálum
Eyðgunn Samuelsen er landsstýriskvinna í almannamálum
Henrik Old er landsstýrismaður í innlendismálum
Poul Michelsen er landsstýrismaður í vinnumálum
Fyrsti tingfundur eftir at landsstýrið er skipað verður hósdagin. Tá verða ymsu nevndirnar skipaðar eins og at framløga verður á skránni – og tá verður í øllum førum uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, um at broyta hjúnabandslógina so samkynd kunnu giftast borgarliga, lagt fyri tingið.