- Endiliga kom várið - og, sum tað er gott, tá sólin skínur.
Tað eru ikki minst barnagarðar kring um landið, ið fegnast um góðu dagarnar, sum hava verið í seinastuni - við fitt av sól og hampiliga lýggjum veðri.
Flestu eru samd um, at veturin hevur verið langur og strangur, sum onkur hevur tikið til.
- So mikið glaðari vera vit, tá sólin endiliga skínur, og vit kunnu fara út uttan at verða blást um koll.
Tað halda tey á dagstovninum Lítlafløtti á Strondum, ið vóru millum teirra, sum ikki lógu á "boðunum", nú sólin sá, og lýggja kom í veðrið.