Sumba sendi LÍF niður á botnin

Fótbóltur: Við einum máli longu í 11. minutti vann Sumba á LÍF

Bæði Sumba og LÍF teljast millum smærri feløgini í Føroyum, og tað hevur allatíðina verið væntandi, at tað vórðu tey bæði, sum skuldi stríðast í botninum á bólki 3, meðan hini bæði størru feløgini B36 og NSÍ fóru at kappast um at vinna hann.

Tað kom eitt sindur óvæntað, at leirvíkingar skuldu vinna so mikið sum 3-0 á Sumba, tá liðini spældu í Leirvík herfyri. Hóast alt var tað talan um eitt lið í bestu og eitt í næstbestu deildini.

Hóast tað eydnaðist sumbingum at vinna 1-0 hesaferð, vísti dysturin, at tað kanska ikki er heilt so stórur munur á botninum í 1. deild og toppinum í 2. deild, sum hesi bæði liðini kunnu roknast við at fara at umboða í ár.

LÍF legði hart út og royndi at trýsta fyrstu løturnar, og tað var eisini eitt kontraálop longu í 11. minutti, sum gav Sumba leiðsluna. Leirvíkingar vildu hava rangstøðu, tá nýggi jugoslavin hja sumbingum, Nebojsa Veljkovic, hevði góða tíð til at fáa tamarhald á bóltinum og senda hann framvið Halluri Hansen, sum er komin úr Gøtu at verja LÍF-málið í ár.

Men teir fingu ikki viðhald frá dómaranum, og so var Sumba á odda 1-0.


Kjansir báðar vegir

Leirvíkingar høvdu lotið undan í fyrra hálvleiki, og teir høvdu eisini yvirvágina fyrstu 45 minuttirnar. Men hóast onkran góðan møguleika eydnaðist tað ikki at finna vegin til málið. Í seinasta minutti av hálvleikinum var Sumba hinvegi nær við at økja, tá teir raktu stongina.

Í seinna hálvleiki kom heimaliðið meira við, og teir høvdu okkurt tilboð, sum átti at givið mál, tá LÍF bleiv meira offensivt í royndunum at fáa útjavnandi málið, sum teir hildu seg hava uppiborið. Men málið kom ongantíð, og tí yvirhálaði Sumba LÍF í niðaru helvt av bólkinum við betri málmuni.


Fjórði útlendingurin hjá sumbingum ávegis

Sumba hevur higartil í ár havt tríggjar útlendingar ? allir jugoslavar. Teir eru Spasojé og Nikola Biberdzic og Nebojsa Veljkovic, og nú er ein fjórði útlendskur spælari eisini á veg til Sumbiar.

Talan er um danan Peter Jørgensen, sum í 1997 var við til at tryggja Sumba uppflytingina.

LÍF hevur tveir pólverjar til at hjálpa sær í ár, og málið er uppflyting í 1. deild.

Leirvíkingar hava í steypakappingini lagt dent á at spæla sítt egna spæl, hóast yvirmaktin onkuntíð hevur verið stór.

Sunnudagin spældu teir uttan Kristjan á Reynatrøð, Kristian Eliasen og Thomas Hansen, men kortini gekk spælið væl í løtum.

Hvørki Sumba ella LÍF gjørdu sær tær stóru vónirnar áðrenn kappingin byrjaði, men nú hava bæði liðini so megnað at vunnið ein dyst í bólkaspælinum.