Summar: At fara útí við skili

Mælt verður frá at svimja í tjarnum, har nógvur flogfenaður er og í vatni, har seyður, neyt og ross ganga nærindis.

 

Veðrið er gott. Ein lunki er í áum, og eisini sjógvurin er nøkur stig heitari. Men, av og á sæst sjónlig dálking.

Á heimasíðuni - tórshavn.fo - verður í dag víst á, at børn og hundar eru viðkvom fyri dálkaðum vatni. Mælt verður til, at ikki verður farið útí vatnið, tá -

• Tað er sera óklárt

• Nógv skúm er

• Grøn, gul, ella brún hinna er á

• Gráðir træðrir ella nógv pu er í vatninum

Ein meginregla sigur, at tú skalt síggja ein metur. Annars kann hetta vera tekin um ov nógvar algur.

- Mælt verður eisini frá at svimja í tjarnum, har nógvur flogfenaður er og í vatni, har seyður, neyt og ross ganga nærindis, siga tey í Tórshavnar kommunu.