Gongst sum ætlað, verður tað eftir ólavsøku, at uppskot verður lagt fyri Løgtingið um at skilja Sev sundur í tvey, soleiðis at el-netið verður í einum felag fyri seg, sum onnur síðani kunnu framleiða streym inn á.
Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í orkumálum.
Samgongan hevur avtalað, at Sev skal skiljast sundur í tvey, soleiðis at sjálvt el-netið verður í einum felag fyri seg. Endamálið við tí er at fáa fleiri at framleiða streym, tí tey meta, at verður kapping um økið, verður tænastan betri, og prísirnir lægri.
Løgtingið hevur eisini samtykt, at ein gera eina frágreiðing um fyrimunir og vansar við hesum.
Landsstýrismaðurin sigur, at ymiskt fyrireikingararbeiðið og gjørt og ein arbeiðsbólkur er settur at útgreinað málið. Og eitt, sum full greiða skal fáast á, er, hvussu veitingarskyldan verður varðveitt.
Hann sigur, at talan er um eina óhefta kanning, sum skal útgreina fyrimunir og vansar við at skilja Sev sundir. Men gongst sum ætlað, verður uppskot um at skilja Sev sundur, lagt fyri Løgtingið beint eftir ólavsøku.
Hann heldur, at hetta verður ein fyrimunur fyri brúkaran. Hann samanber hetta við Føroya Tele, sum varð skilt sundur, so at sjálvt netið varð lagt í eitt felag fyri seg. Síðani hevur kapping verið á økinum og tað heldur hann, hevur verið ein fyrimunur fyri brúkaran.
Men aðrir tinglimir í samgonguni halda lítið um, at ein arbeiðsbólkur varð settur at útgreina málið. Tað halda teir er óneyðugt, tí tað er longu kannað út í æsir.
Teir vilja heldur hava málið avgreitt sum skjótast, uttan at seta fleiri kanningar í verk, sum øll longu kenna úrslitið av frammanundan.
Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðaflokkin, tekur ikki undir við, at Sev verður skilt sundur, tí verður tað skilt sundur, verða tað bara tey á Vaglinum í Havn, sum fáa fyrimun av tí. Fyri øll onnur fer tað at verða eitt stórt bakkast, stúrir hann fyri.
Hann sigur, at tað eru einki oyggjaland í verðini, sum hevur eina so trygga elveiting, sum vit hava. Og hann heldur, at grundin til tað er, at vit hava eitt felag, sum hevur ábyrgdina av øllum.
Er brek á elveitingini, vita vit, hvagar vit skulu fara við tí, sigur hann. Verður Sev hinvegin skilt sundur, sær Henrik Old fyri sær, at tá ið brek verða, fara øll bara at skúgva skyldina yvir á onkran annan.
– Í Mykinesi eru tríggir elmotorar fyri at byrgja fyri, at tey liggja í streymloysi. Hvat fyri privat felag fer at reka tríggjar motorar í Mykinesi fyri at tryggja elveitingina, spyr hann.
Sirið Stenberg heldur, at nettupp vetingarskyldan er eitt álvarsmál, og har heldur hon, at vit eiga at læra av støðuni, sum suðuroyingar og sandoyingar hava verið í í fleiri vikur.
Hon sipar til, at Føroya Tele varð skilt sundur, so at sjálvt netið varð lagt í eit felag fyri seg. Men nú hevur einki skil verið á øllum telesamskiftinum til Suðuroyar og Sandoyar í fleiri vikur, so í hesum føri er veitingarskyldan ikki røkt, staðfestir hon.