Summar
Farna vikan hevði alskins veður at bjóða okkum føroyingum. Meðan høvuðsstaðurin fyri tað mesta lá undir mjørka, so kundu fólk á øðrum plássum í Føroyum frøða seg um eina tað bestu summarvikuna, vit hava havt hetta summarið.
Elduvík var einki undantak í so máta. Tá mjørkin liggur yvir Havnini, merkir hetta samstundis eina góða ætt í Elduvík, og alla farnu vikuna hevur veðrið verið av tí allarbesta.
Sunnudagurin var ein vakur endabrestur á eini framúr viku, og sólin skein bæði oman og niðan í bygdini við vakra umhvørvinum.
Vanliga liggur fólkatalið í Elduvík um tey 20 fólkini, men sunnudagin vaks tað við fleiri 100%. Hetta vóru fyri tað mesta barnafamiljur, sum tóku børn og matpakkar undir hond, og síðan leitaðu sær til ánna í Elduvík. Runt bygdina sótu fólk úr øllum Føroyum og nýttu hvøn annan og góða veðrið, meðan børnini spældu sær í ánni.
Blikalogn var allan dagin, og hitin dittaði sær enntá uppum 20 gradir. Hetta var føroyskt veður, sum vit kundu ynskt at sæð meiri til.
Jóhanna Nielsen, sum til dagligt rekur matstovuna Lonin í Elduvík, minnist seg ikki nakrantíð hava sæð so nógv fólk í bygdini.
- Sunnudagurin var púra óvanligur fyri okkum bygdarfólk. Elduvík var full av fólki ymsastaðni frá, og rættur summardámur var yvir øllum, greiðir hon frá.
Um ein hevur børn, so er áin í Elduvík eitt rætt ?trekkplástur? ein góðan summardag, og soleiðis minnist Jóhanna tað altíð hava verið.
Vakraumhvørvið kring bygdina hevur eisini drigið fólk til sín gjøgnum árini, men tó var sunnudagurin heilt serligur. Vónandi fáa vit fleiri av hesum, áðrenn myrkið og veturin aftur sníkja seg yvir Føroya land.