Í hesum døgum eru sokallaðir Summardagar í Vági.
Tað ber m.a. við sær, at børn hava møguleika at fara í sonevndan summarskúla í tvær vikur. Og so er tiltakið ung í Arbeiði eisini í ár.
Vágs kommuna skrivaði m.a. soleiðis, tá dagarnir byrjaðu mánadagin:
Í góðveðrinum í morgun møttu 30 børn og 18 ungdómar inn til Vágs Kommunu.
Tær næstu tvær vikurnar eru Ung í arbeiði og Summardagar í Vági á skrá í Vági.
Tey ungu byrjaðu at málað ítróttarøkið vesturi á Eiðinum og nýggju (jóla)smátturnar, sum kommunan hevur gjørt. Umframt máliarbeiði, so verður fríðka um ymsa staðni í bygdini tær næstu tvær vikurnar.
Børnini í 1. til 4. flokk møttu í frítíðarskúlanum, har tey skula á eina “summarlegu”, sum okur kalla Summardagar í Vági. Í morgun fór ein bólkur í Páls Høll at svimja, meðan ein bólkur fór til Hovs, har tey vitjaðu nýggja spæliplássið í Hovi og fóru á fjørðin at fiska. Næstu tvær vikurnar borga við nógvum upplivingum og samveru.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##